Fimm ungir føroyingar í prinsaføðingardag í morgin

Í sambandi við 18 ára føðingardagin hjá Christiani prinsi í morgin verður gallataffel fyri 18 ára gomlum úr øllum ríkinum og øðrum

Føðingardagurin hjá prinsinum í morgin verður hildin upp á fleiri mátar, millum annað við einum gallataffel, har 200 javnaldarar úr Danmark, Føroyum og Grønlandi – og úrmælingar innan ítrótt og mentan, eru boðin við (Arkivfoto). - Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix

Umframt tvey 18 ára gomul úr hvørjari kommunu í Danmark og úr Føroyum og Grønlandi, so eru eisini úrmælingar innan tónleik og ítrótt boðin við.

Úr Føroyum var lutakast um tey, sum høvdu meldað seg til hjá Løgmansskrivstovuni. Tað lutakastið vunnu tey bæði Emma Bech Christiansen á Argjum og Andrias Garðsá í Havn.

Men umframt tey bæði, so er hondbóltsúrmælingurin, Elias Ellefsen á Skipagøtu, fimleikaúrmælingurin Astrið Nanly Breckmann og tónleikaúrmælingurin Andreas Haraldson Blåsvær eisini boðin við. Soleiðis fara fimm ungir føroyingar í veitsluna hjá Christiani prinsi, har omma hansara, Margerta drotning, er vertur. Veitslan verður í veitsluhøllini á Christiansborg.