Fimm vitni góvu frágreiðing

Størsti parturin av týsdegnum í Føroya rætti var brúktur til at avhoyra seks vitnir í stóra rúsevnismálinum. Fimm av hesum hava luttikið í stóra rúsevnismálinum við at hava keypt og fingið rúsevni frá onkrum av teimum ákærdu, selt fyri ella býtt um rúsevni við onkran teirra. Sætta vitni var ein løgreglumaður

Fyrsta vitni sum var inni greiddi frá, at hann hevði keypt tilsamans 15 gramm av amfetamin frá 22 ára gamla mannin og 30 ára gomlu kvinnuni, sum hann hevur býtt víðari til onnur. Hetta hevur hann eisini fingið dóm áljóðandi seks mánað treytaleysa fongsulsrevsing.
Hann hevði eisini keypt umleið tíggju tablettir av ecstasy frá 22 ára gamla manninum, umframt at hann hevði givið 30 ára gomlu kvinnuni loyvi til at goyma eitt kinderegg við amfetamini í heima hjá honum, meðan hann var burturstaddur.

Vinkona vitnaði
Næsta vitni hevði keypt og fingið smærri nøgdir av hassj og amfetamin frá 22 ára gamla manninum og 30 ára gomlu kvinnuni. Harnæst hevði hann eisini virkað sum millummaður fyri kvinnuna í einum handli einaferð, og hetta tilsamans hevur hann fingið 60 daga treytað fongsul fyri.
Triðja og fjórða vitni høvdu báðir fingið hvør sína bót á 2500 krónur fyri at hava keypt og móttikið minni nøgdir av amfetamin og umleið tíggju tablettir av ecstasy hvør.
Fimta vitni var ein kvinna og vinkona hjá 30 ára gomlu ákærdu kvinnuni. Hon var spurd um eina samrøðu tær báðar høvdu havt, og sum var fangað av avlurtingunum. Kvinnan greiddi frá, at hon hevði roynt at hjálpt vinkonu síni, sum eftir hennara tykki var í eini støðu, ið bara sá út til at versna.

Løgreglumaður greiddi frá avhoyring
Sætta vitni var ein løgreglumaður, sum greiddi frá avhoyringini, hann hevði gjørt av 33 ára gamla manninum. 33 ára gamli maðurin varð skuldsettur fyri at hava smuglað trý kilo av hassj til Føroya. Hesum sýtti hann fyri, men viðgekk at hava smuglað 700 gramm saman við 30 ára gomlu kvinnuni.
Løgreglumaðurin varð av verjanum hjá manninum spurdur, um hann hevði hótt 33 ára gamla mannin undir avhoyringunum, men hesum afturvísti løgreglumaðurin og segði, at avhoyringin gekk róliga og friðarliga fyri seg.
Eitt sjeynda vitni var eisini í rættinum mánadagin. Hetta var 67 ára gamli hýruvognsførarin, sum 20 ára gamli maðurin er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á. Hann greiddi frá, hvussu hann upplivdi tilburðin og segði, at ongantíð síðani hann byrjaði at koyra taxa í 1970 hevði hann upplivað tílíkt.