Fimta pláss og føroyskt met

Tað gongur skjótt hjá Pál Joensen í hesum døgum. Eftir gullmerkið í Moskva leygardagin, var hann aftur í World Cup-finalu í dag. Hesa ferð á 400 metrum í stevnu í Stockholm.

Við tíðini, 3.40,16 setti Pál nýtt føroyskt met á teininum, men í samlaðu støðuni rakk hetta ikki til heiðursmerki.

Mads Glæsner úr Danmark vann gull í dag, og setti hann norðurlendskt met við tíðini 3.38,78