Útvarp Føroya trongir til at endurskoða sendiskránna. Stovnurin sendir nógvan góðan tónleik, undirhald og prát í ymsum útgávum og nógv tíðindi. Men okkara elsti loftmiðil má eisini geva lurtarunum betri innlit í samfelagið, heimin og lívsins mongu spenn-andi spurningar. Hann má upplýsa og ikki bara undirhalda. Hetta krevur, at stovnurin gevur kreativitetinum og journalistisku førleikunum rásarúm og miðvíst fer at menna nýggjar innihaldsríkar sendingar
Í sendingini Vespuni fríggjakvøldið 7. november hevði eg eitt innlegg um upplýsingarstøðið í føroyskum fjølmiðlum. Mín pástandur var, at vit fáa ov lítið at vita frá fjølmiðlunum. Tað mesta, sum sent verður, serliga í útvørpunum, er tónleikur, prát og undirhald. Ein stórur partur av restini er skjótt gloymd dagsaktuell tíðindapettir um politiskar og umsitingarligar bardagar.
Eg eftirlýsti í mínum innleggi innihald og tilvitandi journalistikk, sum perspektiverar, útgreinar og greiðir frá. Í hesum sambandi vísti eg á fleiri senditættir, sum kundu verið á skránni í almenna útvarpinum ella kanska eini heilt nýggjari upplýsingarrás. Eg nevndi hesar senditættirnar í stuttum yvirskriftum. Í hesi greinini ætlaði eg at útdýpa mínar tankar.
Kringvarpslógin sigur, at ÚF skal útvarpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan - og undirhald. Men fyri mær at síggja ger ÚF lítið við at skapa nýggjar upplýsandi og mentanar-ligar sendingar. Journalistisku medarbeiðararnir gera mestsum bara tíðindi. Hetta sæst aftur í skránni, tí av teimum 110 tímunum, sum ÚF sendir um vikuna, eru 80-85 tímar tónleikur, hugnaprát og endursendingar. Tað er nógv fyri ein miðil, sum skal vera dyggur upplýsingarmiðil.
Eftir mínum tykki er tað óheppið fyri tað upplýsandi demokratiska orðaskiftið, at hugnatilfarið skal fylla so nógv, sum tað ger. Tann áhaldandi journalistiska endurnýggingin er ikki til. Tann innlitsskapandi samrøðan er tagnað. Vanligt vit og skil og avkláring um, hvat er tómur retorikkur, og hvat er veruleiki í eitt nú politikki, fær onga veruliga rúmd. Hví? Tí ÚF letur nærvørpini taka seg av fótum?
Í eini roynd at styðja upp undir innihaldsliga uppfinnsemið loyvi eg mær her at leggja fram 15 uppskot um senditættir, sum konsept kundu verið gjørd burturúr, og sum ÚF so líðandi kundi farið og ríkað lurtararnar við. Senditættirnir hava fingið heiti. Teksturin undir heitunum sigur, hvat teir kundu snúð seg um, hví teir kundu verið áhugaverdir osfr. Uppskotini eru hesi:
1. Búskapur og pengar
Støðan í búskapinum og fíggjarligir spurningar eru allatíðina viðkomandi. Í sendingini kundi búskaparstøðan í landinum og heiminum verið viðgjørd. Nógv taltilfar um búskap er til taks, síðan fíggjaramboðini hjá tí almenna gjørdust framkomin, og ástøðiligu hugsanirnar um evnið eru ymiskar. Ávirkanir av búskapargongdini kunnu verða lýstar, eitt nú keypiorka, bústaðarmøguleikar, byggivirksemi, íløguhugur og tílíkt. Eisini landsgrannskoðanin kundi fingið gjølliga umrøðu.
2. Lærdómur í nýggjari øld
Unga ættarliðið er samfelagsins framtíð, og undirvísingin hevur tí stóran týdning fyri samfelagið. Hvørjar tankar gera skúlar sær um tørvin hjá næmingunum, og hvat krevja næmingarnir av skúlunum? Hvussu er pedagogikkurin í dag samanborið við fyrr? Eru næmingarnir betri og upplýstari? Broytir tøkniliga menningin undirvísingina? Sendingin kundi viðgjørt fólkaskúlan, miðnámsskúlar og hægri útbúgvingar. Eisini tekniskar útbúgvingar skuldu havt innivist.
3. Miðlameldurin
Eitt programm um miðlar í øldini, sum verður rópt kunningarøldin, man vera upplagt. Miðlarnir eru okkara størsta frítíðarítrív, um so talan er um sjónvarp, útvarp, bløð, internet ella film av ymsum slag. Hvussu ávirka fjølmiðlarnir okkum? Hvussu brúka vit teir? Nú kunningin við tøkniligum framstigum er so nógv økt, eru vit betri upplýst ella meiri ørkymlað? Ein sovorðin sending kann eisini viðgera miðlavanar, umstøður hjá miðlum, reklamu, telefoni og kunningartøkni.
4. Millum dalar og fjøll
Náttúrupplivingar og arbeiði í náttúruni sigast at stimbra sálina. Útvarpssendingar um evnið hava fyrr ríkað nógv fólk, og onkur sending er viðhvørt, sum umrøður virksemi í náttúruni. Millum dalar og fjøll í Føroyum fer so mangt áhugavert fram, sum fólk kenna aftur ella vilja hoyra um, at tilfar ivaleyst er til eina náttúrusending alt árið. Hugvekjandi reportasjur frá ferðum ymsastaðni kring oyggjarnar til gongu, á hestabaki ella í báti kundu verið gjørdar í hesum senditátti.
5. Hav og fiskur
Meginútvarpið í einum landi, sum livir av fiski, má hava ein fiskivinnutátt, har alt tilfarið um fisk, sum vanliga longir óneyðuga nógv um tíðindasendingarnar, fær innivist og verður gjølla viðgjørt. Í sendingini kunnu spurningar um stuðul til fiskivinnuna, skipanin við fiskidøgum, endurnýgging av skipaflotanum, útróður, støðan í alivinnuni og rækjuvinnuni, umstøðurnar hjá sølufyritøkum og marknaðarviðurskifti verða viðgjørd.
6. Søguliga sjónarhornið
Søguligar framløgur av ymsum samanhangum eru neyðugar, tí søgan er støðið undir tí, sum hendir nú. Til dømis kundu journalistar gjørt sendingar um, hví ófriður altíð er í Miðeystri, hvussu USA gjørdist stórveldi, hvussu fiskivinnusamfelagið Føroyar kom á føtur, hvussu Irak gjørdist einaveldi, hvussu norðbúgvar funnu Amerika osfr. Rúgvan av heimligum og útlendskum søguligum evnum er ótømandi. Samrøður við søgufrøðingar eru hóskandi í hesi sending. Eisini skrivaðar frásagnir.
7. Siðir og samtíð
Atferð, uppfatanir og moralur broytast, sum tíðirnar broytast, og tað, sum var rætt fyrr, er kanska skeivt í dag. Fólkalívsfrøð-in granskar í hesum viðurskiftum, og tá fólkalívsfrøðingar hendingaferð greiða frá siðum fyrr og nú í samrøðum í ÚF, vekir tað stóran áhuga millum fólk. Hvussu broytist liviháttur okkara í nýggju tíðini? Hvørji eru okkara mest avgerandi lívsvirðir? Aftrat serfrøðingum kunnu ung og eldri siga sína hugsan um broytingar í tíðini.
8. Heimskortið
Summar gamlar útvarpssendingar verða seint gloymdar. Ein er sendingin, har Hans Holm plagdi at greiða Sonna Smith frá heimsins londum og fólkasløgum. Kunnleiki um heimin og onnur fólk skapar tilvitan um tað, sum rørist uttan fyri eingjargarðarnar. Ein sovorðin sending er tí ivaleyst altíð viðkomandi. Ein máti at geva sendingini natúrligt framhald kann vera at fáa fólk, ið hava búð uttanlands, ella fakfólk at greiða frá einum ávísum landi og tess mentan hvørja ferð.
9. Heilsa og trivnaður
Heilsustøðan hjá fólki ávirkar, hvussu nógvan pening landið brúkar uppá at viðgera sjúkur. Verri heilsustøðan er, meiri umfatandi gerast trupulleikarnir. Upplýsing um góðan livihátt, kost og rørslu virkar fyribyrgjandi, siga tey kønu, men lítið hoyrist til hesa upplýsing í ÚF. Ein sending við tílíkum innihaldi skuldi eisini viðgjørt arbeiðsumhvørvi, strongd, sálarfrøði og svarað ymsum ivamálum um heilsu. Serfrøðingar finnast nógvir at styðja seg til hjá journalistunum.
10. Føroyingar og ferðing
Ferðslutættir hava onkuntíð verið sendir, sum hava verið áhugaverdir og upplýsandi. Teir eru eisini altíð viðkomandi, verður hugsað um, hvussu stórir skaðar viðhvørt standast av vanlukkum í ferðsluni. Ferðslutættir fyrr hava mest snúð seg um bilferðslu. Men hesin kundi verið víðkaður til onkuntíð eisini at umfatað bátaferðslu, skipaferðslu og flogferðslu. Stutt og greitt ein sending, ið snarar rundan um flutning. Ferðafrásagnir kunnu krydda sendingina.
11. Máltátturin
Sendingar um mál eru turrisligar, halda summi, meðan onnur fáa ikki nóg mikið av at hoyra nýtt um málið. Málið er partur av okkum og skapar okkum í stóran mun, og evnið er tí altíð viðkomandi. Nýggjar orðabøkur, sum ikki eru so málreinsandi sum tær gomlu, eru komnar á marknaðin seinnu árini, og upplagt er tí at skipa fyri orðaskiftum í sendingini, ið kunnu vísa, hvagar málið fer. Fremmand mál, málsøga og málið sum samskiftisamboð í telduøldini eru uppløgd evni at umrøða.
12. Stýrt og stjórnað
Hóast meiningarnar eru ymiskar, skerst neyvan burtur, at vit liva í eini rembingartíð stjórnarliga. Heimastýrislógin er ikki longur nøktandi, siga allir flokkar, og hon skal ætlandi dagførast, so hon gerst rúmari. Vit fáa kanska eina evstulóg. Danska grundlógin skal broytast. ES verður støðugt útvíðkað. Yvirskipað stjórnmál sum hesi kundu verið viðgjørd her. Samspælið millum land og kommunur, avgerðir hjá umboðsmanninum og umsiting av ymsum slag kundu eisini verið viðgjørd.
13. Høvundar hittast
Her kundu rithøvundar saman við journalisti sum verti hitst at skift orð um føroyskar bøkur og heimsbókmentir. Hvørjar vóru týdningarmestu føroysku bøkurnar í farnu øld og hví? Hvørji eru størstu verkini í heimsbókmentunum og hví? Høvundar hava neyðuga innlitið í hesar spurningar til at geva lurtarunum neyðuga innlitið. Upplestur, frásagnir um tað nýggjasta ella kanska elsta úr bókmentaheiminum og ummæli eru sjálvsøgd í hesi sending.
14. Brúkarin
Fyri einum ári síðan sendi ÚF fýra brúkarasendingar. Tær gjørdu stóra lukku, tí tær vóru væl gjørdar og viðkomandi. Brúkaratilfar er tilfar fyri øll, tí øll eru onkursvegna brúkarar. Ivaleyst er neyðugt at kanna prísir og góðsku á vørum og tænastum, so nógv hevur keypsmentanin tikið seg fram, og so ágangandi kunnu lýsingarherferðirnar mangan vera. Brúkarar og handilsfólk skuldu sjálvandi komið til orðanna í sendingini.
15. Sosiala støðan
Sosialráðgevarar uppliva mangt og hvat, sum sjáldan kemur undan kavi alment, men sum er líka sjálvsagdur partur av samfelagnum sum bráðvakra framsíðan. Hvørji eru illa stødd í samfelagnum, og hvørjir eru teirra trupulleikar? Hví er so trupult at veita øllum eitt mannsømiligt lív, og hvat kann gerast betri fyri tey, sum illa fáa gerandisdagin at hanga saman? Hvat við lógarverkinum og rættindum hjá illa støddum? Hesum spurningum kann sosialtátturin svara.
Tað sigur seg sjálvt, at allir hesir senditættirnir kunnu ikki setast á skránna í senn. Tað hevði kravt alt ov nógva orku. Men bara 2-3 sovorðnir fastir tættir høvdu gjørt góðan mun og hækkað upplýsingarvirðið munandi. Av tí, at "Tilvera" finst frammanundan, havi eg ikki nevnt nakra sending við eksistensiellum innihaldi. Men ein táttur sum "Tilvera"er sjálvsagdur.
Í yvirlitinum havi eg heldur ikki nevnt, at journalistar sjálvandi kunnu gera staksendingar um ávís viðkomandi evni. Staksendingarnar kunnu vera vanligar journalistiskar dokumentarsendingar um evni, ið krevja neyva viðgerð. Hetta kunnu vera uppsøkjandi, útgreinandi ella bara frágreiðandi sendingar, sum vit kenna frá útlendskum fjølmiðlum.
Ein upplýsingarmiðil sum almenna útvarpið skal í størst møguligan mun endurspegla samfelagið og tíðina nú, tá og komandi. Hann er tí ikki bara ein sendari, sum skal forsøta okkum høvd og hjarta við túnatosi og tónleiki. Hann hevur samfelagsliga ábyrgd. Hann skal í demokratiskum ørindum skapa tilvitan um tað, sum fyriferst í samfelagnum og menniskjunum heima og úti, og hann skal gera tað á dygdargóðan og spennandi hátt.