20 prosent av donsku persónbilunum koyra nú við streymi. Tað mest umtókta modellið er Model Y hjá Tesla (Savnsmynd). - Mynd: Mike Blake/Reuters

Í Danmark eru tví­falt so nógv­ir el­bil­ar sum í Føroyum

Fimti hvør persónbilur í Danmark koyrir við el. Í Føroyum er tíggjundi hvør persónbilur elbilur

20 prosent av donsku persónbilunum koyra nú við streymi. Tað mest umtókta modellið er Model Y hjá Tesla (Savnsmynd). - Mynd: Mike Blake/Reuters

20 prosent av persónbilunum á donskum vegum koyra nú við el.

Tað upplýsir Mobilitet Danmark út frá tølum frá bilstatistik.dk.

– At fimti hvør bilur koyrir við el, vísir, at skiftið ikki bara sæst í nýggjum skrásetingum, men at øll bilaparkin er undir stórari umlegging, sigur Mads Rørvig, stjóri í Mobility Danmark, í tíðindaskrivi.

Ítøkiliga eru nú 583.320 elbilar á vegnum.

Model Y hjá Tesla er tann elbilurin, sum flestir eru av í Danmark.

Tølini frá bilstatistik.dk vísa, at í løtuni eru 47.968.

Í Føroyum vóru 1. mars í ár 28.008 persóbilar. Av teimum eru 2.971 elbilar. Tað svarar til 10,6 prosent.

2025 var triðja árið á rað, har el var tað mest umtókta "brennievnið" til nýggj akfør.

Hetta hevur Mobilitet Danmark áður lýst.

 

/Ritzau/

 

20 prosent av donsku persónbilunum koyra nú við streymi. Tað mest umtókta modellið er Model Y hjá Tesla (Savnsmynd). - Mynd: Mike Blake/Reuters