Málið um at byggja lestraríbúðir í Havn fekk sinni í kók á býráðsfundi í Havn hósdagin.
Sum síðsta punkt á býráðsfundinum í Havn var komið málið um at byggja lestraríbúðir á økinum hjá Landssjúkrahúsinum við Heygsvegin í Havn.
Tá ið komið var til málið, mótmælti Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Kommunulistan. Hann vísti á, at málið ikki var innkomið átta dagar fyri viðgerð, soleiðis sum tað eigur.
– Sum býráðslimur mótmæli eg, at málið verður viðgjørt. Mær er sýtt í tveir mánaðir á rað at fáa mál til viðgerðar, og tí mótmæli eg hesum, segði hann.
Tað kom steðgur í fundin eina løtu, meðan fólk tutlaðu sínamillum. Kommunustjórin tyktist finna okkurt fram í telduni.
So boðaði borgarstjórin, at hildið varð fast við skránna fyri býráðsfundin, sum hon hevði boðað frá, tá fundurin byrjaði – og so varð fundurin uppafturtikin.
Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen fóru av fundi.
– Hetta er brandólógligt, eg fari at kæra teg, segði Tróndur Sigurðsson á veg av fundinum.
– Tú ert vælkomin, svaraði borgarstjórin.
Meðan býráðsfundurin var, sendi skrivarin hjá Tjóðveldi í Løgtinginum, sum eisini er býráðslimur fyri Tjóðveldi í Havn, út tíðindaskriv um, at Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, og Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, høvdu vitjað økið, »har 250 lestraríbúðir skulu byggjast«, sum Tjóðveldi orðaði seg.
Hetta kundu býráðslimir lesa her á in.fo, har tíðindaskrivið varð lagt út meðan býráðsfundurin var.
Lesið eisini: 250 lestraríbúðir við Heygsvegin
Hetta fekk Elina Heðinsdóttir Joensen at spyrja, hvat hetta var, sum Tjóðveldi vildi við hesum tíðinaskrivinum. Hon spurdi, um tað ikki var júst hetta málið, sum var til viðgerðar í býráðnum, at broyta eina byggisamtykt, soleiðis at verkætlanin kann byggjast, um býráðið fær loyvið frá landsstýrinum at keypa burtur av økinum – og um býráðið tekur undir við málinum.
Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum gjørdist óður.
– Eg finni meg ikki í at verða mistbrúktur av Tjóðveldi og Sirið Stenberg í hesum máli, sum hann annars segði seg taka undir við.
Hann vísti á, at Tjóðveldi skrivar í tíðindaskrivinum, at lestraríbúðirnar skulu fíggjast eftir sama lesti, sum »Tjóðarhøll okkara varð bygd við Tjarnir«.
Heðin Mortensen var eisini firtin av, at Tjóðveldi soleiðis fór út og tók sær politiskan vinning til løgtingsvalið av hesum málinum.
– Hetta er ódámligt, nú hava tit lagt støðið, og so kunnu onnur í framtíðini brúka sama arbeiðshátt, sum tit hava brúkt, segði hann.
Annfinn Brekkstein helt fyri, at hetta var smaksleyst av Tjóðveldi.
– Tjóðveldi er ímóti at brúka danskar pengar. Vit fingu danskar pengar til høllina við Tjarnir, tit hava ongar pengar, tit hava slett ikki pengar til at byggja hetta. Hetta er smaksleyst, segði Annfinn Brekkstein.
– Tit stótu her og goyðu og royndu at forstýra okkum í fýra ár. Men tit skulu bara vita, at hetta forstýrar, at nakar kann vera so smaksleysur sum Tjóðveldi, at brúka hetta málið at hjálpa Sirið Stenberg við løgtingsvalinum, segði hann.
– Eg fari at biða um frið og virðiligaheit í býráðssalinum, segði Elsa Berg, borgarstjóri, og vísti á at allir býráðslimir hava lov at kunna um tað, sum gongur fyri seg á býráðsfundi, og at tað gera fleiri onnur eisini. Hon segði, at onkur hevði funnist at, at kunnað varð ov lítið av býráðsfundum.
Síðani las hon tilmælið frá kommunustjóranum, tekniska stjóranum og býararktektinum, sum var soljóðandi:
- at partur av matr. nr. 1000a, uppi við Heygsvegin, verður lagdur til lestrarbústaðir.
- at byggisamtyktin fyri økið hjá Landssjúkrahúsinum verður broytt, soleiðis at framtíðar virksemið rúmast í økinum.
- at samráðingarnar við komandi landstýrisfólk halda fram, og at endaliga avtalan verður
løgd fyri nevndina, tá partarnir eru samdir um endaligu treytirnar.
- at málið verður beint í býráðið.
Og síðani var atkvøtt og málið varð samtykt við10 atkvøðum fyri, ongari atkvøðum ímóti og einari blankari atkvøðu.
Fyri atkvøddu: Elsa Berg, Heðin Mortensen, Gunnar Djurhuus, Annita á Fríðriksmørk, Anja Weyhe, Bergur Robert Dam Jensen, Elin Heðinsdóttir Joensen, Guttormur í Skála, Høgni Vilhelmsen og Birgir Nielsen.
Ímóti atkvøddu: Eingin
Blankt atkvøddi: Annfinn Brekkstein.
Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen fingu ført í gerðabókina áðrenn teir fóru av fundi, at málið er komið ov seint á fundarskránna til vanligan býráðsfund, at tíðarfreistirnar sambært fundarskipanini hjá Tórshavnar býráð í hesum sambandi ikki eru hildnar, at embætisførslan hjá borgarstjóranum er skeiv, og at hesi viðurskifti verða kærd til Kommunala Eftirlitið.










