Fimtihvør bilur er elbilur

Av øllum persónbilum, sum eru seldir í ár, eru 168 persónbilar. Tað svarar til sløk 21 prosent ella gott og væl fimta hvønn persónbil.

 

Tað vísa hagtølini hjá Akstovuni fyri mai og ársins fyrstu fimm mánaðir.

Bólkurin El bilar í Føroyum á Facebook skrivar, at tað til samanberingar bara vórðu seldir 135 elbilar í Føroyum í 2020 – og at talið fyri ársins fyrstu fimm mánaðir í fjør var 75, so sølan av elbilum er meira enn tvífaldað í ár í mun til í fjør.

El bilar í Føroyum vísa eisini á, at samlaði persónbilaflotin er vaksin við 191 bilum í ár, har elbilar eru 87,9 prosent av hesum vøkstri.

Hinir bólkanir kláraðu seg soleiðis í mun til undanfarna mánað:

Bensin: -33, sostatt eru 183 færri bensinbilar á vegunum enn við ársbyrjan.

Diesel: -16, sostatt eru 95 færri dieselbilar á vegunum enn við ársbyrjan.

Bensin HEV: +79, samanlagt 328 í ár.

Bensin PHEV: +14, samnlagt 56 í ár.

Diesel HEV: +5, samanlagt 27 í ár.

Gongdin hjá elbilum sæst á myndini:

##med2##