Finalan skal bjarga kappingarárinum

Klaksvíkingar knýta vónirnar til, at summarsteðgurin og afturkoman av Kurt Mørkøre skal geva nýggjan íblástur

 

KÍ hevur tikið mangt takið í ólavsøkufótbóltinum. Tað hevur ofta verið lagt nógv fyri, men tað er ógvuliga langt síðani, at tað hevur staðið so nógv upp á spæl hjá KÍ á ólavsøku, sum tað ger hesa ferð.

 

Tá landskappingin í fjøruti árunum var øðrvísi skipað, enn hon er nú, vóru finaludystirnir okkurt árið spældir á ólavsøku, og tá var KÍ ofta partur av finaluni um føroyameistaraskapin.

 

 

 

Røkka ella støkka

 

Hesa ferð er ikki so væl vorðið hjá KÍ. Tað hevur skorist so mikið illa hjá teimum í landskappingini, at eingin møguleiki er har at røkka einari endastøðu, sum kann bera atgongd til Europa Cup við sær. Tí er steypafinalan og sigur í steypakappingini einasti møguleikin fyri atgongd til UEFA Cup.

 

? Tað er heldur einki at ivast í, at tað hevði komið sera væl við í landskappingini, um vit høvdu vunnið steypafinaluna.

 

Tað heldur skilagóði veteranurin, Harley Bertholdsen. Síðani landskappingardystin á Svangaskarði 1. juli hevur hann drigist við ein skaða í fótliðnum. Mikukvøldið royndi hann at spæla fyrra partin av 1. hálvleiki í venjingardystinum ímóti GÍ á Tórsvølli. Tað gekk ikki væl, og í gjár sá Harley ikki ljóst upp á sína luttøku í finaluni.

 

Heldur tú, at tað er møguleiki fyri, at KÍ kann koppa B36?

 

? Tá vit spældu ímóti teimum í landskappingini, gekk tað javnt á í 1. hálvleiki. Eftir at vit fingu ein mann útvístan, gjørdist tað klassamunur, og teir vunnu 5?0. Men hesa ferð er talan um ein nýggjan dyst, sum hevur heilt øðrvísi fyritreytir. Sjálvandi er B36 favorittur at vinna, men nú hava vit betri møguleikar at avgera dystin, enn vit høvdu fyri seks vikum síðani. Eg hugsi fyrst og fremst um, at vit hava fingið Kurt Mørkøre aftur á liðið. Hann hevur evnini at fáa mál so at siga burturúr ongum. At skora hevur altíð sera stóran týdning, og ikki minst í sovornum dysti er tað týdningarmikið, heldur Harley Bertholdsen og minnir aftur á finaluna millum B36 og KÍ fyri tveimum árum síðani:

 

? Teirra bóltspæl fleyt í hvussu so er eins gott og kanska betri enn okkara í 1. hálvleiki. Men tað vóru vit, sum stutt undan steðginum fingu hol á, og tá Kurt Mørkøre beinanvegin eftir steðgin økti til 2?0, vóru tað vit, sum fingu eyka orku og harvið høvdu yvirskotið, meðan B36 varð trýst niður. Vit mugu bara vóna, at tað eisini hesa ferð fer at laga seg soleiðis, men tað er púra greitt, at tað verður sera torført.

 

? Undir venjingini í vikuni hevur tað verið hugaligt at síggja, hvussu væl Kurt Mørkøre og Alexander Djordjevic beinanvegin hava funnið saman. Vit vóna, at hetta fer at skapa tyngd í álopspartin, og so mugu vit longri afturi á vøllinum syrgja fyri at halda tættari, enn tað higartil hevur verið gjørt í landskappingini.

 

 

 

Ungir og eldri

 

Hjá KÍ er finaluliðið samansett av spælarum í øllum aldrum. Millum teir mest garvaðu eru Jan Joensen og Harley Bertholdsen. Tað er sera ivasamt, um hesir báðir vera tøkir, tá KÍ aftur fer at spæla seg í eina steypafinalu.

 

KÍ hevur eisini fleiri yngri spælarar, sum hava spælt seg til meiri ella minni føst pláss á liðnum. Her verður hugsað um Hjalgrím Elttør, sum hevur bitið seg fastan á besta liðnum, Atla Danielsen, sum hevur spælt nógv seinastu tíðina, og so um Símun Joensen, sum er vorðin fastur maður í ár. Hann verður kortini ikki nógv við afturat í ár. Tað er ikki heilt greitt, um hann verður við, tá KÍ komandi sunnudag skal spæla landskappingardyst í Gundadali ímóti HB. Men tað er greitt, at hann í vikuni eftir tann dystin fer til USA at vera í eitt lítið ár.

 

Aðrir ungir KÍ spælarar, sum í ár hava verið á besta liðnum, eru Erling Fles og Rógvi Laksáfoss.

 

Men í morgin verður størsta ábyrgdin løgd á royndu menninar, og ímillum teirra er liðformaðurin, Allan Joensen, ein hin týdningarmiklasti. Allan hevur verið skaddur seinastu tíðina. Teir hava spart hann eitt sindur undir venjing, men í hesi vikuni hevur hann vant við fullari ferð. Liðformaðurin verður við. Spurningurin er í hvørjari ketu Tomislav Sivic ætlar at brúka hann. Allan styrkir um verjupartin, miðvøllin og um álopið.

 

 

 

Fyrireikingarnar

 

Nú eru tað tvær vikur síðani, at klaksvíkingar fóru at venja á nýggja graslíkinum, sum teir eru væl nøgdir við. Mikukvøldið vóru teir á Tórsvølli, og í gjárkvøldið skuldu teir út á Svangaskarð. Har skuldu teir venja, sova og aftur venja. Í dag gongur leiðin norður aftur, og so fara teir aftur um Leirvíksfjørð fyrrapartin í morgin.

 

Klaksvíkar kommuna vísir ítróttinum stóran ans. Tað er vorðið siður, at liðini, sum standa fyri týdningarmiklum dystum, verða bjóðaði í býráðshøllina til ábit og hugna. Soleiðis var tað eisini í hesi vikuni. Hóskvøldið vóru bæði menninir og kvinnurnar hjá KÍ til háborðs hjá kommununi. Borgarstjórin hevur í hesum sambandinum bara ein hatt ? tað hevði verið verri, um HB hevði verið mótstøðuliðið, tí so hevði verið neyðugt við pápa hattinum! ? meðan vara borgarstjórin hevði fleiri hattar at velja ímillum. Men sambært hann sjálvan, so var tað ikki FSF bossa hatturin, sum var uppi á, men heldur Klaksvíks húgvan, tá hann royndi at seta mót í KÍ liðini.

 

Seinnapartin í morgin verður tað FSF formaðurin, sum verður vertur fyri finalunum báðum