Finalan verður á middegi

Kvinnulandsliðið: Fýra spælarar vóru í dag fyri fyrstu ferð á landsliðnum

mynd: FSF/Bjarni Enghamar

mynd: FSF/Bjarni Enghamar

Tað var ógvuliga gott lag í føroysku leguni, tá ið Hervør Olsen við síðsta brotssparkinum í Litava í dag tryggjaði Føroyum 6-5 sigur ímóti Estlandi í fyrsta dystinum í Baltic Cup.

 

Sigurin ber við sær, at Føroyar sunnudagin skulu spæla finalu ímóti vertunum í Litava, sum í sínari hálvfinalu vann 5-0 ímóti Lettlandi. Finalan verður á middegi, klokkan 12, sunnudagin.

 

Tað var nógv nýtt á føroyska liðnum ídag. Hetta var fyrsti dysturin, sum Lene Torp var venjari. Onkrir av spælarunum, sum tað í fyrstu atløgu varð sent boð eftir, góvu avboð, tí tær vóru upptiknar av próvtøkum. Tær, sum tað so vóru boð eftir, vístu, at tær megnaðu væl at lyfta uppgávuna.

 

Fýra spælarar vóru í dag fyri fyrstu ferð á landsliðnum. Maria á Lakjuni og Hervør Olsen vóru millum tær fyrstu ellivu, og so vórðu Tóra Mohr og Helena Dal Henriksen skiftar inn.

 

Ein rúgva av góðum myndum, sum Bjarni Enghamar hevur tikið, eru at síggja á FSF heimasíðuni 

 

https://www.fsf.fo/foroyar-i-finaluni/

 

 

 

Føroyar - Estland 1-1 (1-0) 6-5 eftir brotssparkskapping

 

1-0: Hervør Olsen 41.

 

1-1: Vlada Kubassova 55.

 

Brotssparkskapping

 

    1. Kairi Himanen

 

1-1 Heidi Sevdal

 

    1. Signy Aarna – Óluva Allansdóttir Joensen bjargaði

 

2-1 Ásla Johannesen

 

2-2 Ave-Lii Laas

 

2-2 Jensa Tórolvsdóttir – sendi bóltin omanfyri málið

 

2-3 Kelly Rosen

 

3-3 Rakul Maria Johannesen

 

3-4 Pille Raadik

 

4-4 Sara Lamhauge

 

4-4 Grete Daut – Óluva Allansdóttir Joensen bjargaði

 

5-4 Hervør Olsen

 

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen – Maria á Lakjuni, Birita Ryan (Sarita Mittfoss, 29.), Rakul M. Johannesen, Ásla Johannesen – Julia Naomi Mortensen (Tóra Mohr, 74.) , Olga Kristina Hansen (Sara Lamhauge, 57.), Heidi Sevdal, Jensa Tórolvsdóttir, Lea Lisberg (Julia Helena Henriksen, 74.) – Hervør Olsen

 

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Anna Hansen, Emma Hansdóttir

 

Venjari: Lene Terp

 

mynd: FSF/Bjarni Enghamar