Hóast EB/Streymur síðstu løtuna legði ógvuliga nógv fyri í royndini at vinna pláss í 8. Steypafinaluni á rað, so eydnaðist tað ikki. Skuldi tað eydnast, so var treytin, at teir í Sundalagnum vunnu við trimum málum. Teir vunnu við tveimum málum, og síðstu løtuna var fleiri ferðir stórur spenningur í Víkinga brotsteiginum.
Hans Pauli Samuelsen skoraði bæði EB/Streyma málini.
Hóast teir í dag taptu 2-0, so eru tað fegnir víkingar, sum nú rigga av við Margáir og seta kós ímóti Gøtu aftur. Á heimavølli vann Víkingur 4-1, og harvið var samantalda úrslitið 4-3 til Víking.
Finalan verður millum HB, sum fyrr í kvøld vann 1-0 á B68 í seinnu hálvfinaluni og harvið samantalt 2-0, og Víking. Hetta er triða árið á rað, at Víkingur verður partur av finaluni. Tvey tey undanfarnu árini vann Víkingur steypafinaluna.
------
HB hevur framvegis møgleikan at vinna steypakappingina fyri fyrstu ferð í tíggju ár. Í kvøld hevur HB vunnið seinnu hálvfinaluna ímóti B68 í Gundadali 1-0. HB vann eisini fyrru hálvfinaluna á Svangaskarði 1-0. Harvið er samantaldi sigurin 2-0.
B68 vísti góðan hugburð og arbeiddi fyri søkini, men heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað at skora mál. Tað vóru møguleikar í báðum endum, men tað var HB, sum hevði teir flestu møguleikarnar. Einsamalla málið skoraði René S. Joensen í 50. minutti.
LIÐUGT
1-0
90) 1-0
80) 1-0
HB hevur størstu møguleikarnar. Eftir innlegg frá Kristin R. Mouritsen sendi Símun Samuelsen úr góðari støðu bóltin framvið málinum, og lítla løtu seinni sendi Kristin R. Mourtisen bóltin úr vinstru og framvið handara stólpanum.
75) 1-0
B68 vísir góðan hugburð, men tað er torført hjá toftamonnum at spæla seg í støðuna, sum kann bera mál og harvið spenning við sær.
65) 1-0
B68 spennir álopsbogan, og tað ber spentar støður í báðum endum við sær.
Eftir innlegg úr vinstru frá Símuni Samuelsen hevur Kristin R. Mouritsen misnýtt risa møguleika, tá hann við høvdinum sendi bóltin upp um málið.
60) 1-0
Remi Langgaard er komin á vøllin í staðin fyri Janus W. Mortensen hjá B68. Óli H. Olsen er fluttur fram í álopið við síðuna av Jonleif Højgaard, sum higartil hevur verið einsamallur í fremstu røð.
54) 1-0: René S. Joensen 50.
So er HB frammanfyri 2-0 í samantalda roknskapinum. Uppspælið átti vinstri vongverjin Alex José dos Santos, og Poul Ingason stýrdi úr stuttari fjarstøðu bóltin í málið.
50) 0-0
Tað er framvegis málleyst í Gundadali. Teir somu 22 eru á vøllinum, sum vóru har í 1. hálvleiki.
HÁLVLEIKUR
0-0
Tað er hálvleikur í Gundadali, har støðan er málleysur javnleikur. Harvið er HB í løtuni á finalukós.
Í 1. hálvleiki hevur HB verið omaná, og flestu spentu støðurnar hava verið í B68 brotsteiginum. Tvær ferðir hevur HB verið heilt tætt við at skora, og í einum føri var B68 tætt við eftir horna. Tá bjargaði HB á málstrikuni.
Leikferðin hevur ikki verið nakað at reypa av.
43) 0-0
So var HB aftur tætt við. Eftir horna úr høgru frá Alex José dos Santos og út frá aftur og so innlegg av nýggjum royndi Poul Ingason seg við stútara, men Kristian Joensen bjargaði.
40) 0-0
B68 hevur havt besta møguleikan higartil. Eftir horna frá Óla H. Olsen úr vinstru bjargaði Levi Hanssen á strikuni, eftir at Jóhan Dávur Højgaard við høvdinum sendi bóltin ímóti málinum.
35) 0-0
Poul Ingason hjá HB hevur sæð gult eftir fríspark ímóti Jann Inga Petersen.
30) 0-0
Tað er framvegis málleyst. HB er greitt omaná, og upplagdir møguleikar hava verið. Eitt nú sendi Fróði Benjaminsen úr sera góðari støðu bóltin við høvdinum upp um málið.
25) 0-0
Nú hevur HB risa stóra yvirvág. Heimaliðið hevur havt fleiri hornaspørk, og tey hava borið vandamiklar støður við sær.
20) 0-0
Tað hevur verið friðarligt. B68 hevur verið onkrar ferðir framvið, uttan at tað er eydnast at fáa mál.
Eftir horna stútaði Rógvi S. Holm hjá HB bóltin í B68 málið, men dómarin kolldømdi.
10) 0-0
HB-B68 kl. 18.00
Dómari: Lars Müller
2. hálvfinala um løgmanssteypið
HB vann fyrru hálvfinaluna á Toftum 1-0
HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm, Alex José dos Santos - Fróði Benjaminsen, Levi Hanssen – Kristin R. Mouritsen, René S. Joensen, Símun Samuelsen - Poul Ingason
B68: Kristian Joensen – Kristian Anton Andreassen, Jóhan Dávur Højgaard, Ovi Brim, Mads Rosenborg – Andrias á Líknargøtu, Janus Mortensen, Hákun Edmundson, Jann Ingi Petersen, Óli Højgaard Olsen - Jonleif Høgaard
-----
LIÐUGT
2-0
Víkingur hevur við samantaldum 4-3 sigri tryggjað sær pláss í finaluni.
3 minuttir eru lagdir aftrat.
90) 2-0
Eftir gjøgnumbrot í høgru og eftir at hann varð taklaður í skotroyndini, er Bárður Hansen hjá Víkingi farin av vøllinum. Í hansara stað er komin Hjalti Strømsten.
Egil á Bø er nú frammi í álopinum mest sum alla tíðina.
89) 2-0
Nú gongur tað mesta fyri seg í og kring brotsteigin hjá Víkingi. Gestirnir kenna finalu atgongumerki vera leyst í lummanum, og nú sparka teir ofta burtur fyri at fáa tíðina at fara.
85)2-0
Sámal Jákup Joensen hjá Víkingi er komin á vøllin í staðin fyri Philip Djordjevic, sum er farin skaddur av vøllinum.
Vindurin er minkaður.
80) 2-0
EB/Streymir berjist bæði ímóti vindinum og Víkingi, og heimaliðið hevur meiri tyngd í álopspartinum ímóti Víkingi, sum kennist vera strongt av spentu støðuni.
Tað er tó framvegis Víkingur, sum hevur atgongumerkið til finaluna ímóti HB.
72) 2-0
Tað verður lagt ógvuliga nógv fyri. Tá ið líkindini eru, sum tey orsaka av vindinum eru í kvøld við Margáir, so er talan um nógvar nærdystir, og í teimum verður heilt nógv lagt fyri.
Gunnar Vatnhamar er komin á vøllin í staðin fyri Magnus Jarnskor hjá Víkingi.
68) 2-0: Hans Pauli Samuelsen 66.
So er tað heilt spennandi við Margáir. Hans Pauli Samuelsen hevur skorað enn eina ferð í kvøld. Við fínum langskoti hevur Hans Pauli Samuelsen økt um leiðsluna til 2-0. Harvið er EB/Streymur bara eitt mál frá at røkka finaluni fyri áttanda árið á rað!
Arnbjørn Hansen legði flatt upp á tvørs, og úr 16 metrum sendi Hans Pauli bóltin í handara síðunetið.
Álopsspælarin Leif Niclasen komin á vøllin í staðin fyri miðvallaran Niels Paula Danielsen hjá EB/Streymi ein minutt undan, at Hans Pauli skoraði.
60) 1-0
Í løtuni bendir einki á, at EB/Streymur skal megna at endurvinna plássið í finaluni, sum teir í Sundalagnum hava verið partur av nógvu tey seinnu árini.
Víkingur hevur góða tíð, og EB/Streymur megnar ikki at leggja mótstøðuliðið undir trýst ímóti vindinum.
53) 1-0
Teir somu eru á vøllinum, sum vóru har í 1. hálvleiki. Hjá EB/Streymi er Marni Djurhuus nú á miðvøllinum, meðan Høgni Madsen er fluttur aftur í miðverjuna.
EB/Streymur hevur havt fríspark úr góðari støðu. Hans Pauli Samuelsen royndi seg, men Geza Turi bjargaði.
Vindurin órógvar nógv.
HÁLVLEIKUR
1-0
Teir eru farnir at hvíla seg við Margáir. EB/Streymur er frammanfyri 1-0. Teir á heimaliðnum iðra seg ivaleyst um, at tað ikki hevur eydnast teimum undan fríska lotinum at økja um leiðsluna.
4 minuttir lagdir aftrat
45) 1-0
Víkingur hevur brodd í skjótu álopunum. Nú hevur Finnur Justinussen roynt seg eftir gjøgnumbrot, men René Tórgarð bjargaði.
40) 1-0
Í royndini at økja meiri um leiðsluna undan vindinum hevur EB/Streyma venjarin Rúni Nolsøe flutt Egil á Bø fram í álopið.
35) 1-0
Vindurin órógvar samanspælið. Hjá EB/Streymi ræður um undan vindinum at minka upp aftur meiri um munin. Onkrir møguleikar eru, men higartil hevur tað bara eydnast at skora eina ferð.
30) 1-0
Tað gongur skjótt úr øðrum endanum og í hin, og harvið er lítið spæl á miðvøllinum. EB/Streymur roynir at koma í støður, sum kunnu bera langskot við sær. Víkingarnir eru tættir í verjustøðu, og teir eru tilvitaðir um alla tíðina at søkja møguleikan fyri skjótum mótálopum.
25) 1-0
EB/Streymur leypir á undan vindinum, og Høgni Madsen hevur misnýtt góðan møguleika.
Hjá Víkingi hevur Hallur Hansson verið tætt við, tá ið hann sendi fríspark í stólpan!
15) 0-0
Hóast EB/Streymur er frammanfyri, so hevur Víkingur tak á verjupartinum.
EB/Streymur hevur tó havt ein stóran møguleika aftrat, men Arnbjørn Hansen sendi bóltin við síðuna av málinum.
5) 1-0: Hans Pauli Samuelsen
EB/Streymur hevur styrkt um vónina at fáa tað aftur, sum varð mist á útivølli. Hans Pauli Samuelsen hevur við rimmar langskoti umvegis stólpan sent bóltin í málið aftanfyri Geza Turi.
1) 0-0
Tað er eitt frískt lot, sum EB/Streymur hevur undan í 1. hálvleiki.
Tá ið EB/Streymur sunnudagin tapti 2-1 á heimavølli ímóti ÍF var einki at síggja til veteranarnar Marna Djurhuus og Arnbjørn Hansen. Teir eru báðir við aftur, nú EB/Streymur í seinnu hálvfinaluni skal royna at taka tað inn aftur, sum EB/Streymur misti í Gøtu, tá ið Víkingur í fyrru hálvfinaluni vann 4-1.
EB/Streymur-Víkingur kl. 19.00
2. hálvfinala um løgmanssteypið. Víkingur vann 1. Hálvfinalu 4-1
Dómari: Ransin N. Djurhuus
EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen – Høgni Madsen, Pól Jóhannus Justinussen, Niels Pauli Danielsen – Gunnar Zachariassen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Magnus Jarnskor, Hans Jørgen Djurhuus, Hallur Hansson - Heðin Hansen, Finnur Justinussen, Philip Djordjevic
---
Fyrsta bríksl í Gundadali, har HB hevur vitjan av B68, verður klokkan 18.00. Grundlógardag vann HB 1-0 á Svangaskarði. Levi Hanssen var einsamallur málskjútti.
Við Margáir fær EB/Streymur vitan av Víkingi. Fyrr hálvfinalan var í Sarpugerði 21. mai, og tá vann Víkingur 4-1. Súni Olsen, sum orsaka av skaða ikki verður við í kvøld, skoraði tvey av Víkinga málunum. Hini skoraðu Hallur Hansson og Philip Djordjevic. Niels Pauli Danielsen skoraði málið hjá EB/Streymi.