Bónuskappingin, kvinnur:
Leygardagin verða hálvfinalurnar í steypakappingini í flogbólti hjá kvinnum leiktar í ítróttarhøllini í Kollafirði og væntast kunnu tveir rimmar dystir, har TB og Fleyr møtast í fyrru hálvfinaluni og Mjølnir og SÍ í tí seinnu.
TB – Fleyr, leygardagin kl. 13
Hóast TB hevði fingið góð úrslit móti endanum av landskappingini, og m.a. vann 3-0 á SÍ, var tað kortini eitt sindur óvæntað, at TB í steypakappingini so greitt skuldi vinna sterka bólk 1 við 3-0 sigrum á bæði nýklakta føroyameistaranum SÍ og bronsuvinnaranum KÍF umframt Ternuni.
Útlendsku leikararnir, sum komu eftir ársskiftið, Yevheniia Prykhodko úr Ukraina og Karol Dayana Hernandez úr Kolumbia, hava gjørt stóran mun, men knotur eru so sanniliga eisini í teimum føroysku, ikki minst í blokkinum við Sharon Holm Haynes og Onnu Arnhóldsdóttir.
Sum úrslitini hjá TB hava verið seinastu tíðina, má Fleyr helst smyrja seg við, at TB er favorittur at vinna dystin. Men tað verður sjálvsagt ikki uttan svørðsslag, tí Fleyr vann hóast alt tveir av trimum dystum ímóti TB í landskappingini og endaði eisini fremri á stigatalvuni.
Fleyr var í finaluni í fjør, men mátti tá sum nýklaktur føroyameistari lúta 3-1 fyri Mjølni. Síðani hevur Fleyr mist onkrar av sínum bestu spælarum. Allar mest merkist missurin av Anju S. Danielsen, sum nú spælir við SÍ, og av tí sama hevur Fleyr ikki slagstyrkina, tað hevði í fjør, og tað kann gerast ein trupulleiki ímóti sterka blokkinum hjá TB.
Mjølnir – SÍ, leygardagin kl. 17
Mjølnir er verandi steypavinnari, og SÍ er júst vorðið føroyameistari, eftir at hava vunnið báðar FM-finalurnar á júst Mjølni. Tí hava summi hug at kalla dystin fyri ta moralsku finaluna.
Mest sum vónleyst er at gita, hvør teirra fer at verða omaná leygardagin. Í landskappingini hevði SÍ fyri tað mesta takið á Mjølni, har SÍ vann tveir av trimum dystum umframt báðar FM-finalurnar, men tá tað veruliga gleið væl hjá Mjølni, vann liðið 3-0 á SÍ. Tað megnaði SÍ ongantíð at gera móti Mjølni.
Styrkin hjá SÍ liggur serliga í álopinum, har tær báðar Anja S. Danielsen og Henrikka Wang Jacobsen eru skarprættararnir, men hinvegin er blokkurin hjá SÍ ikki av teimum sterkastu. Tað er hinvegin ein av styrkjunum hjá Mjølni, har serliga Sirið Hanusardóttir Samson og Maria Teresa Vitalis eru stinnar. So hugsast kann, at dysturin verður álopið hjá SÍ ímóti blokkinum hjá Mjølni.










