Finalu Pál!

Pál Joensen vann í gjár silvurheiðursmerki í 1500 metrar frí. Í morgun var hann aftur í hylinum og tað gekk væl. Hann svam seg í finaluna í 800m frí við tíðini 7:56.55. Tað er fjórð skjótasta tíðin av teimum, sum eru í finaluni.

 

Millum teir, ið eru í finaluni í 800m frí, eru Sebastian Rouault, sum vann gull frammanfyri Pál í 1500m frí. Samuel Pizzetti, ið var næstur Pál næstan allan vegin í 1500m finaluni og danin, Mads Glæsner.

 

Tíðirnar hjá teimum í finaluni í 800m frí eru:

 

Christian Kubusch, Týskland - 7:53.93

Sebastien Rouault, Frakland - 7:54.30

Gergo Kis, Ungarn - 7:55.87

Pál Joensen, Føroyar - 7:56.55

Frederico Colbertaldo, Italia - 7:58.32

Mads Glæsner, Danmark - 7:58.50

Gergely Gyurta, Ungarn - 7:59.13

Samuel Pizzetti, Italia - 8:00.10

 

Rás2 fer at fylgja finaluni beinleiðis í tíðindasendingini kl 16.00 í morgin. Viðmerkjari verður Aksel Haraldsen.