Tapið hjá Kyndli móti Neistanum í gjár broytti einki. Enn er bert eitt stig á muni millum eitt pláss í FM-finaluni og niðurflyting.
Tað er veruleikin, sum tey fýra liðini kunnu lesa undan dystunum í dag.
Á Skála tekur StÍF ímóti KÍF. StÍF var oddalið fyrstu umførini av kappingini, men seinastu tveir mánaðirnar hevur gingið av skriðjuni til, og nú skal liðið royna seg við nýggjum venjara, eftir Costin Dumitrescu fyri viku síðani takkaði fyri seg.
Hjá KÍF hevur gongdin verið tann øvuta, og eftir at hava sitið einsamallir á botninum, kunnu teir nú líta uppeftir.
Í Hoyvík tekur H71 móti VÍF, og í nógvar mátar líkist tann uppgerðin teirri á Skála. Meistaraliðið, H71, hevur siglt tungan sjógv seinastu tíðina, og tað hevur eisini merkt, at annar av venjarunum er givin.
VÍF tykist hinvegin vera um at fóta sær, og teir hava avgjørt sett sær eitt finalupláss sum mál.