Finans Stabilitet ynskir frágreiðing frá Eik Grunninum

Finans Stabilitet vil hava Eik Grunnin at greiða frá fleiri búskaparligum viðurskiftum í Eik. Tað skrivar Børsen í dag.

Finans Stabilitet er alment danskt felag, sum ruddar upp í donskum peningastovnum.

Eik hevur fingið 9,1 millard krónur í almennum veðhaldi, men rokniskapurin fyri 2009 vísir, at veðhaldið er ikki nógv vert, um Eik fær fíggjarligar trupulleikar.

Henning Kruse Petersen, nevndarformaður í Finans Stabilitet, sigur við Børsen, at felagið hevur biðið Eik um gjøllari frágreiðing.

- Tað eru viðurskifti, sum vit tosa við Eik Grunnin um. Vit hava sett nakrar spurningar, og um vit eru nøgdir við svarið, gera vit ikki meira burturúr. Um vit ikki eru nøgdir við svarið, seta vit fleiri spurningar, sigur Henning Kruse Petersen.

Spurningarnir snúgva seg um roknskapin hjá Eik fyri 2009.

Úrslitið hjá Eik Grunninum var 660 milliónir krónur í halli í fjør.