- Vit halda tað also ikki vera skilagott, at politikarar melda út, hvussu vit skipa okkara virksemi. Tað eiga vit at gera.
Soleiðis ljóðar fyrsta, turra viðmerkingin frá Regini Jacobsen, stjóra í Bakkafrost, sum eigur 49 prosent av Faroe Farming, ið á tann hátt er partur av Bakkafrost samtakinum.
- Vit skulu vera kappingarfør við tey størstu í heiminum, og royna tí alla tíðina at skipa virksemið so effektivt sum tilber. Tí halda vit tað sjálvandi ikki vera skilagott, at politikarar skapa forðingar, sigur Regin Jacobsen, sum leggur dent á, at hansara fyritøka heldur seg til allar galdandi reglur.
Sambært Regini Jacobsen hevur Bakkafrost í fleiri ár tikið laks norður á meginøkið at kryvja, um tað hevur verið neyðugt.
- Tað kunnu vera skilagóðar orsøkir til tað, sigur Regin Jacobsen, og nevnir eftirspurning á marknaðunum og rakstrarlig tiltøk av ymsum slag sum dømi um hetta.
Bakkafrost hevur kryvjivirki í Kollafirði, á Strondum og í Klaksvík, umframt at kruvt verður í Suðri.
- Vit flyta laks millum virkini, og tað verður also gjørt eftir sera strengum reglum, ið Heilsufrøðiliga Starvsstovan ásetir, sigur Regin Jacobsen, sum ikki kennir seg aftur í kritikkinum og ræðumyndini av mistum arbeiðsplássum í Suðri.
- Vit halda tað vera skilagott at brúka virkið í Suðri, og hava ongar ætlanir um nakað annað, sigur Regin Jacobsen og leggur afturat:
- Eg haldi at hetta er ein stormur í einum glasi av vatni. Og so burdu politikararnir annars latið okkum um at stýrt okkara fyritøku, sigur Regin Jacobsen.