Fingu bæði kvinnuligan forseta og varaforseta úr Føroyum

Um vikuskiftið hevur UNR, sum er ungdómsráðið hjá Norðurlandaráðnum,  hildið ráðstevnu í Oslo, og har hendi tað søguliga, at Barbara Gaardlykkea Apol frá Sosialistiskum Ungum í Føroyum, varð vald til forseta í UNR.

 

Sosialistisk Ung er ungdómsfelagið hjá Javnaðarflokkinum, og rumframt hana, varð eisini Anna Falkenberg frá Ungmannafelagnum Samband, vald til varaforseta. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at UNR hevur føroyskan forseta, siga tey bæði ungdómsfeløgini, Sosialistisk Ung og Unga Sambandi í morgun. Og tær báðar ivast ikki í, at tær fáa eitt gott samstarv.

 

Barbara Gaardlykke Apol hevur verið á røðarapallinum fyrr í dag til, har hon hevur greitt frá hvat UNR fer at arbeiða við hesa næstu tíðina. Millum annað hevur UNR viðtikið at Føroyar og Grønland skulu gerast partur av roaming avtaluni hjá EU. Tað er ein avala um prísir fyri at brúka fartelefonir uttanlands. Og at eitt samt UNR stuðlar eisini Føroyum ið at fáa sjálvstøguðan limaskap i Norðurlandaráðnum.

 

Harumframt hevur UNR eisini, við stórum meirluta, viðtikið at rætturin til fría fosturtøku skal fevna um øll Norðurlond.