Fingu bank í fyrsta dystinum

Føroyska liðið er á Cypros, har tríggir undankappingardystir skulu spælast.

 

Og tað gekk altso alt annað enn væl í fyrstu royndini. Sveis vann nevnliga dystin heili 44-17, eftir at støðan í steðginum var 21-7.

 

Føroysku málini í dag skutu Hans Áki Dal-Chriansen 6, Tróndur Kragesteen 5, Heini Hanusarson 2, Carl Herup Olsen 2 og Bjartur Hansen 2.

 

Á miðdegði í morgin spælir føroyska liðið móti Hvítarusslandi, og sunnudagin verður spælt móti Cypros.