Fingu enn einaferð sekkin frá Onglandi

Fótbóltur: Tapið hesa ferð var minni enn tað annars hevur verið, og venjarin heldur, at leikliga avrikið var tað besta, hann nakrantíð hevur sæð eitt føroyskt U-16 landslið staðið fyri

Teir vóru næstan greiðir yvir, at tað fór at enda við tapi, men teir høvdu vónað, at tað hesa ferð fór at eydnast at avmarka tapið ímóti Onglandi, sum føroyingar fleiri ferðir hava tapt nógv ímóti í opnu NM kappingini. Síðst londini hittust var í fjør, tá kappingin var í Finnlandi. Í gjár fyri einum ári síðani vann Ongland 10-0 á Føroyum.

Sæð í ljósinum av tí úrslitinum, so var tað væl betri at tapa 6-0, eftir at onglendingar høvdu verið á odda 2-0, tá tað var hálvleikt. Stóra íløgan í fysisku venjingina alt hetta árið gjørdi, at føroysku spælararnir smokkaðu ikki saman, sum teir annars plaga at gera í 2. hálvleiki.

Men spælararnir og venjarin vóru ikki nøgdir við at tapa 6-0.

? Nú havi eg verið við í nøkur ár, og eg má siga, at tað, okkara lið vísti 1. hálvleik var tað besta, eg nakrantíð havi upplivað, bæði tá tað ræður um at vera skipaður í verjustøðuni og um at halda upp á bóltin, flyta fólkið fram á vøllin og skapa sær møguleikar.

Hetta sigur Jógvan Martin Olsen, sum samstundis ásannar, at onglendingar vóru betri. Hann heldur, at eitt tap uppá eini trý mál hevði ikki verið av lagi, men tað var dyggur smeitur fyri føroyingarnar, tá miðverjin Bárður Johannesen átta minuttir inn í seinna umfarið varð rikin av vølli, tí hann fekk annað gula kortið. Hann var staddur einar fimm metrar frammanfyri miðstrikuna, og føroyingar vóru ikki yvirspældir í hesari støðuni. Tað vóru fleiri enn føroyingarnir, sum mettu kortið hjá svenska dómaranum vera harðligt. At føroyingarnir vóru undirmannaðir ímóti so sterkari tjóð hevði sjálvsagt við sær, at eftiransingarnar dragnaðu, teir fingu eitt mál beinanvegin, og tað hjálpti ikki uppá støðuna. Men venjarin sigur spælarunum til rós, at teir fóru ongantíð niður við nakkanum.


Møguleikarnir

1. hálvleik spældu føroysku dreingirnir seg til góðar málmøguleikar, men tað vísir seg torført at fáa úrtøkuna. 18 minuttir vóru farnir, tá Brynjolvur Nielsen og Símun Joensen spældu seg væl ígjøgnum í vinstru, hesin seinni legði væl innfyri, Vagnur Mortensen, sum hesa ferð byrjaði á toppinum, royndi seg við skoti, sum var bjargað á strikuni, bólturin støkk út aftur til Jón Róa Jacobsen, sum úr átta metrum sendi uppum málið.

Ongland skoraði til 1-0, tá 20 minuttir vóru farnir. Talan var um beinleiðis fríspark úr 25 metrum.

Níggju minuttir seinni høvdu føroyingar aftur upplagdan møguleika. Vagnur Mortensen spældi fram til Jón Róa Jacobsen í høgru, hann slapp inn í brotsteigin, snýtti tveir spælarar, men ólukkutíð bjargaði málverjin skotinum.

Á hálva tímanum fingu teir brotsspark, tá dómarin metti, at Atli Gregersen feldi ein álopsmann. Føroyingarnir í Íslandi halda, at dómurin var harður, men so stóð 2-0.

Eftir hetta hevði Ongland yvirvág, men føroyingarnir vóru framvegis væl skipaðir, og eingin skaði stóðst av fyrrenn eftir útvísingina.

Í eingilska hópinum eru tríggir spælarar úr Manchester United, tríggir úr Chelsea, ein úr Arsenal, ein úr Liverpool, ein úr Everton, ein úr Aston Villa, ein úr QPR, ein úr Middelsborugh, ein úr Huddersfield, ein úr Bristol City og ein úr Charlton.

Føroyska liðið í Húsavík sá soleiðis út: Karstin Joensen, KÍ ? Bárður Johannesen, B36, Teitur Ellingsgaard, HB, Atli Gregersen, Neksø ? Jóannes L. Jacobsen, KÍ (Gisli Dánjalsson, Royn, 68.) Niels Joensen, B36, Símun Joensen, KÍ, Elfinn Ørvarodd, SÍF ? Brynjolvur Nielsen, NSÍ, Jón Rói Jacobsen, HB - Vagnur Mortensen, HB (Kristian Poulsen, B68, 58.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Pól Næs Joensen, B36, Helgi Justinussen, B36, Hjalgrím Elttør, KÍ

Gult kort: Kristian Poulsen og Niels Joensen

Reytt kort: Bárður Johannesen 48. (tvey gul kort).

Í gjár hvíldu føroyingarnir seg, men seinnapartin í dag klokkan 15 skulu teir aftur í eldin. Tá er mótstøðuliðið í Dalvík Finnland, sum í fyrradagin vann 3-2 á Svøríki.

Í hinum bólkinum vann Noreg 2-1 á Danmark, og Írland vann 1-0 á Íslandi.

Í dag klokkan 17 spæla Írland og Noreg í Dalvík. Hinir báðir dystirnir eru í Ólafsfirði, har Danmark og Ísland klokkan 17 fara at spæla fyri at sleppa undan afasta plássinum í bólkinum. Tað kann roknast við, at taparin í tí dystinum skal spæla móti føroyingum í morgin. Allir endadystirnir í morgin verða á Akureyri.