Ókeypis sigling
Tað fekk rættiliga føroyingar upp úr stólinum, at tað hevur verið ókeypis at siglt við Strandferðsluni í alla farnu viku.
Tølini hjá Strandferðsluni vísa, at hetta tiltakið at lata fólk ferðast ókeypis, hevur verið stak væleydnað, tí heilt nógv fólk hava tikið av tilboðnum.
Hesa vikuna, tað var ókeypis at sigla, hevur Smyril sostatt meiri enn tvífaldað ferðafólkatalið og næstan trýfaldað bilatalið afturímóti tí, sum hann er vanur at føra.
Tað var kanska væntandi, at nógv fólk fóru at ferðast um vikuskiftið, men tað kemur eitt sindur óvart á Strandferðsluna, at tað eisini ferðaðust so nógv fólk mitt í viku, at onkran túrin mitt í viku sluppu ikki allir bilarnir við Smyrli, hóast hann tekur yvir 200 bilar.
Sunnukvøldið vóru 209 bilar norður við Smyrli, men eisini tá stóðu einir 15 bilar eftir.
Hendan túrin vóru 195 privatbilar, 12 vøruvognar og tveir lastbilar við Smyrli úr Suðuroy til Havnar.
Alment er Smyril annars roknaður at taka 200 bilar, men sunnukvøldið varð stúvað væl, men 209 bilar má avgjørt metast at vera tað mesta, hann kann taka.
Túrurin hetta sama sunnukvøldið var eisini mettúrurin yvir øllum hjá Strandferðsluni um Suðuroyarfjør, tí umframt teir 209 bilararnar, vóru 843 ferðafólk við hendan túrin og so stórt tal av bilum og fólki hevur Smyril aldrin flutt fyrr.
Eisini Teistin hevur flutt reiðiliga nógv ferðafólk hesa vikuna, men hjá Teistanum er tað serliga bilatalið, sum hevur verið munandi økt.
Strandferðslan fer nú at útgreina tølini meiri og at skriva eina frágreiðing um gongdina.
Men Andrass Jensen, samferðsluleiðari á Strandferðsluni, heldur, at vit skulu vera ógvuliga varin at koma til onkra niðurstøðu útfrá hesum ókeypis tiltakinum.
Hann heldur, at skulu vit fáa eina neyva mynd av, hvussu nógv ókeypis sigling hevði ávirkað ferðafólkastreymin og bilatalið, skal tað roynast eitt longri tíðarskeið.
Nú er Smyril eisini rættiliga nýggjur og onki er at ivast í, at nógv fólk hava nýtt høvið til at royna skip fyri fyrstu ferð.
Annars sigur samferðsluleiðarin, at siglingin hevur gingið, hóast nógv vólk hava verið við og fólk eru farin væl um skipið.
Tølini vísa, at hesa vikuna í fjør, ferðaðust 137 fólk í miðal við Smyrli hvønn túr, men hesa vikuna, tað var ókeypis at sigla, ferðaðust 340 fólk við Smyrli í miðal fyri hvønn túr.
Sostatt er miðaltalið á ferðafólki vaksið 203 fólk og tað gevur ein vøkstur upp á 148 %.
Tilsamans vísir úrslitið, at hesa vikuna, ójeypis sigling var, flutti Smyril 10.881 ferðafólk, 2.941 privatbilar og 411 vinnubilar.
Somu viku í fjør flutti hann 4.387 ferðafólk, 208 vinnubilar.
Vøksturin í ferðafólkatalinum er sostatt 148%, vøksturin í talinum á privatbilum er 195% og vøksturin í talinum á vinnubilum er 98%.
Hinvegin flutti Teistin 5.866 ferðafólk hesa seinastu vikuna afturímóti 4.284 fólk í somu viku í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 37%
Men Teistin flutti heilar 2.474 privatbilar hesa vikuna, tað var ókeypis at sigla afturímóti 1.015 í somu viku í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 144%.
Tá ið vit tosaðu við Strandferðsluna, høvdu tey ikki tølini fyri, hvussu nógvar vinnubilar, Teistin hevði flutt.