Í vikuni skrivaði in.fo um 29 ára gomlu Theresu Joensen og danska unnusti hennara Emil Funck Rønnebech, sum spurdu eftir hjálp við at finna eitt heilt serligt navn til lítla drong teirra, sum varð føddur í mai í ár.
Fyri Theresu Joensen og Emil Funck Rønnebech hevur tað týdning, at navnið á lítla barninum skal úttalast eins á føroyskum og á donskum. Tí barnið skal eita tað sama, óansæð um tað er mamma ella babba, sum siga navnið. Tí hava tey bæði leitað sær hjálp á Facebook.
Les eisini: Hjálpið okkum at finna eitt dreingjanavn
Síðani hesa greinina, sum tú kanst trýsta á omanfyri, hava Theresa og maðurin fingið fleiri hundrað boð frá føroyingum, sum vildu hjálpa teimum at finna rættað navnið.
- Eg fekk so nógv boð, at eg haldi messanger krasjaði eitt sindur. Í øllum førum slapp eg ikki inn á boðini uttan at sletta áðrenn og tað var sera órógvað í fleiri dagar, sigur Theresa.
Síðani halda tey tó, at tey hava funnið rættað navnið. Men tað verður ikki alment fyrr enn í august, tá ið lítla dreingjabarnið skal doypast.