- Í mun til dystin í gjár, so gjørdu vit nógv færri útskiftingar. Spælt varð við sterkastu uppstilling allan vegin, og til tíðir haldi eg, at tað sá út til, at bert eitt lið var á vøllinum, segði Jón Nielsen, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin.
Men tykkara spæl gekk nú eisini rættiliga væl, hóast Áland er nógv viknað?
- Ja. Vit høvdu fínar móttøkur, fínar hevingar og vit sláa alt ígjøgnum, sum vit skulu gera.
- Í morgin (týsdagin, blðm.) eru so fjórðingsfinalurnar á skránni. Eg veit ikki heilt, hvørjum vit møta har, men eg meini, at tað verður Cayman Islands ella Rhodos.
Og tað eru so tvey lið, sum tit eiga at vinna, um tit spæla, sum tit gjørdu í dag?
- Ja, spæla vit til okkara besta, so eiga vit at hava møguleikan. Cayman havi eg ikki sæð, men Rhodos sóu vit spæla, og eg haldi, at teir eru til at tosa við.