Fingu kvotu at selja

Í somu viku sum Fram II og Pelagos fingu sildakvotuna meira enn tvífaldaða upp á kostnað av restini av flotanum, vórðu tey seld, hóast tey annars ikki hava verið áhugaverd at keypt

Edvard Joensen


Tað hevur vakt ans í vinnuni, at Fram II og Pelagos fingu lagt 1.683 tons aftur at sildakvotuni, hóast skipini hava ligið óvirkin við bryggju stóran part av seinasta árinum. Hækkingin er meira enn hálvaaðruferð kvotuna í fjør, sum var 1.100 til hvønn.

Tíðindablaðið Sosialurin frættir, at roynt hevur verið at selt skipini, men eingin áhugi hevur verið at keypt, tí kvoturnar hava verið ov smáar.

Í seinastu viku vórðu sildakvouturnar til føroysku skipini býttar, og Fram II og Pelagos fingu eina samlaða hækking upp á 3.366 tons, sum varð tikin av kvotuni hjá hinum sildaskipunum. Í somu viku vórðu Fram II og Pelagos seld. Hendan hækkingin er, milt sagt, ikki væl móttikin av teimum, sum varða av hinum sildaskipunum.

Onkur teirra, sum stendur nótaflotanum nær, sigur, at tað sær út, sum teir beinleiðis hava fingið kvotuna forerandi frá landsstýrismanninum sum hjálp til at sleppa av við skipini.

Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, men hann hevur ikki verið tøkur. Heldur ikki hevur hann svarað, tá boð eru løgd til hansara um at ringja aftur.

Skipini eru seld til Klaksvíkar, har svartkjaftaloyvið hjá teimum skal brúkast, meðan makrelkvotan longu er seld avstað aftur til eitt triðja reiðarí.

Hanus Hansen, stjóri í JFK Trol í Klaksvík, váttar, at JFK Trol hevur keypt Fram II og Pelagos. Hann sigur, at skipini vórðu keypt fyri at fáa tey fiskirættindi, skipini høvdu. Svartkjaftaloyvið skal brúkast til at tryggja Nærabergi størri rættindi.

Umframt svartkjaftaloyvi, hava Fram II og Pelagos eisini loyvi at fiska makrel, rossamakrel, sild og gulllaks. Hvussu verður við hesum loyvunum, vil Hanus Hansen ikki siga nakað um í løtuni. Tó sigur hann, at ein avtala er gjørd um makrelloyvini hjá Fram II og Pelagos. At talan skal vera um, at eitt reiðarí, sum eigur nótaskip í Klaksvík, hevur keypt, vil Hanus Hansen ikki siga nakað um.

Spurdur, um tað er rætt, at JFK Trol arbeiðir við at útvega enn eitt skip á stødd við Næraberg, vil Hanus Hansen hvørki vátta ella avsanna nakað. Men hann sigur tó, at tað er ikki aktuelt í løtuni. JFK Trol hevur einki innflutningsloyvi, sigur Hanus Hansen, stjóri.

Um Fram II og Pelagos sigur Hanus Hansen, at teir møguliga fara at fiska rækjur. Teir hava fyrr roynt seg í hesi vinnuni, og tann møguleikin er ikki heilt órealistiskur, heldur stjórin í JFK Trol. Uppisjóvarloyvini fara teir so ikki at brúka, sigur hann. Tey eru ætlað Nærabergi ella í hvussu er til at vinna honum betri rættindi.

Formaðurin í Felagnum Nótaskip, Atli Hansen, sigur, at nótamenn eru betonkiligir við, at millum 400 og 500 tons eru tikin av sildakvotunum hjá hvørjum av hinum nótaskipunum í flotanum og latin tveimum skipum, sum ikki hava loyst seinasta hálva árið.

Hann sigur, at felagið hevur ávarað í móti at lata bátum, sum ikki fiska, størri kvotu. Tí teir, sum eru í vinnu høvdu saktans klárað at fiskað alt, sum er.