Fingu nógvan tosk á feskari gággu

- Av umleið 12.000 pundum á tveimum setum, vóru eini 10.000 pund toskur, sigur Páll Højgaard, útróðrarmaður

Útróður

Tað er nú ikki heilt rætt, at lítil og eingin toskur er at fáa.
Herfyri gjørdi ein útróðrarbátur á Toftum tveir góðar línutúrar í ein landsynning úr Borðuni.
Teir settu millum 22 og 28 stampar og fingu umleið 6.000 pund hvønn dagin.
Páll Højgaard, útróðrarmaður, sigur, at av hesum umleið 12.000 pundunum, vóru eini 10.000 pund toskur, meginparturin 3?arar og 4?arar.
Teir egndu bara feska gággu, og hann heldur, at hetta var høvuðsorsøkin til, at teir fingu so nógvan tosk.
- Vit egna at kalla bara feska gággu, og er eingin gágga, verður ikki egnt.

Góður fiskur

Útróðrarmaðurin sigur, at fiskurin, teir fingu hesar báðar dagarnar, var í góðum holdum.
- Prísurin á toski er eisini góður, og tí vóru hetta tveir góðir túrar á leiðini eystur úr Dímun, sigur Páll Højgaard.