Fingu ongar pengar í dag

Tað varð ikki í dag, at lagnan hjá Salt á Drelnesi varð avgjørd

 

 

 

 

 

Tað hevur leingi verið greitt, at pentar fóru at mangla í fyri at gera mentanarhúsið, Salt, á Drelnesi, liðugt. Og á fundi í dag skuldi Tvøroyar Býráð taka støðu til eina umbøn um at játta meiri pening til Salt.

 

Kvf hevur upplýst frá Ólavi Rasmussen, virkandi stjóra í Saltsilogrunninum, at Maerskgrunnurin, sum longu hevur játtað verkætlanini 20 milliónir krónur, hevur givið tilsøgn um at játta Salt upp til tríggjar milliónir afturat.

 

Men treytin er, at Salt finnur somu upphædd í fígging aðrastaðni frá. Og tað var netupp hetta, Tvøroyrar Býráð skuldi taka støðu til í dag.

 

Men tað varð ongum, tí býráðið sigur, at tey hava ikki fingið neyðugu upplýsingarnar, sum skulu til at fyri at kunna taka støðu til umbønina um at játta Salt meiri pening. Og sostatt varð tað ikki í kvøld, at lagnan hjá Salt varð avgjørd.

 

Kristin Michelsen, borgarstjóri, segði, at býráðið hevur sett Fíggjarmálaráðnum nakarar spurningar, sum eftir ætlan skuldu verða svaraðir í dag. Men onki svar er komið úr Fíggjarmálaráðnum og tí viðgjørdi býráðið heldur ikki málið í dag.

 

Sum skilst vil býráðið hava Fíggjarmálaráðið at útgreina, hvørjar heimildir, kommunan hevur á økinum.   

 

Tað var mikudagin 20. november í 2013, at arbeiðið at gera Salt til eitt mentanarhús, byrjaði. Og upprunaliga skuldi Mentanarhúsið verða liðugt mánadagin 26. januar í fjør. Men tað hevur milt sagt ikki gingið eftir vild, og fyribils er mentanarhúsið sostatt seinkað í hálvtannað ár.

 

Annars hevur Løgtingið játtað 1,8 milliónir til Salt í ár, men nú Mentanarhúsið er seinkað, hevur Fíggjarmálaráðið staðfest, at øll játtanin verður ikki brúkt í ár, og sosatt hevur ráðið biðið Løgtingið um at skarva eina millión av játtanini.