Fingu onki forstáilsi í Fólkatinginum

Fólkatingið tekur ikki undir við at taka hernaðarlógirnar, sum vóru lýstar fyri Føroyar ímóti løgtingsins vilja, av aftur. Danskir politikarar vísa á, at stjórnin hevur einaræði á verjuøkinum, og at lógirnar mugu vera eins fyri ríkið

Føroysku fólkatingslimirnir komu aftur úr Danmark sum av torvheiðum eftir viðgerðina í Fólkatinginum mikudagin.
Bara Eindarlistin og SF søgdu seg taka undir við uppskotinum um at taka nógv umrøddu hernaðarlógirnar av fyri Føroyar. Flokkarnir Vinstra, konservativu, Dansk Folkeparti, radikalu, Kristeligt Folkeparti og sosialdemokratarnir vóru allir ímóti.
Sostatt er líkt til, at uppskotið hjá Tórbjørn Jacobsen, sum eitt samt løgting stendur aftanfyri, fellur við einum braki, tá tað kemur aftur úr nevnd.

Ein royndarsteinur
Søgan um hernaðarlógirnar er long. Men síðsti parturin av søguni er vorðin eitt prinsippmál fyri føroyingar.
27. mars 2003 kunngjørdi stjórnin umvegis ríkisumboðið av sínum eintingum nakrar hernaðarligar revsi- og rættargangslógir fyri Føroyar. Uttan at løgtingið varð kunnað. Hetta er eitt brot við vanliga siðvenju, sum sigur, at lógir, ið viðvíkja Føroyum, verða lagdar fyri løgtingið til álitis. Tað tilskilar grein 7 í heimastýrislógini, eins og stýrisskipanarlógin sigur, at øll ríkislóggáva skal gjøgnum vanligu politisku viðgerðina í Føroyum.
Eftir hetta legði Føroya Javnaðarflokkur fram eitt uppskot til ríkislógartilmæli fyri løgtingið um, at lógirnar skuldu takast aftur. Allir flokkar atkvøddu fyri uppskotinum tann 2. mai 2003. Sostatt varð tað eitt einmælt løgting, sum kravdi lógirnar tiknar av aftur.
Harvið er málið um hernaðarlógirnar vorðið ein royndarsteinur fyri viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Løgtingið reisti seg ímóti stjórnini og gjørdi greitt, at ongin ríkislóg skal setast í gildi, uttan at lóggevandi valdið í Føroyum er spurt eftir og hevur samtykt tað fyrst.

Virðing og álit
Bæði Tórbjørn Jacobsen og Lisbeth L. Petersen gjørdu sítt til at sannføra danskar politikarar um týdningin av, at lógir ikki verða kroystar niður yvir føroyingar.
Tórbjørn Jacobsen bað Fólkatingið um at »normalisera« viðurskiftini aftur millum Føroyar og Danmark og at hjálpa stjórnini burtur úr kreppuni millum londini við at lata alt málið ganga umaftur.
? Ríkið liggur í tykkara hondum. Danska stjórnin hevur gjørt eitt klokkuklárt lógarbrot, og tað kann eitt lóggevandi ting ikki lata fara aftur við borðinum. Nú má handlast. Bæði fyri Danmarkar og Føroya skuld og fyri Ríkið, um tað er tað, man vil, segði Tórbjørn Jacobsen, sum minti á orðini um »gensidig respekt«, sum so ofta hava verið at hoyra.
Hóast Lisbeth L. Petersen var meiri tvíkend í sínari talu, so varð boðskapurin á leið tann sami. Framferðarhátturin var skeivur, tá hernaðarlógirnar vóru lýstar uttan um løgtingið.
? Fyri okkum er prinsippið um, at løgtingið skal kunnast, tað avgerandi í hesum máli, og vit vilja, at heimstýrislógin skal virðast. Heimastýrislógin er ikki bara løgfrøði. Hon er eisini ein politisk avtala, sum fyri okkum í Sambandsflokkinum byggir á sínámillum virðing og álit. Tað er framferðarhátturin, sum vit eru ímóti, og sum vit vilja tryggja okkum ikki verður brotin, segði Lisbeth L. Petersen.
Hon var kortini trúgv ímóti donsku stjórnini og sínum systirflokki Vinstra og atkvøður neyvan fyri uppskotinum. Hon segði seg hava fingið lovað, at hendan søgan fór ikki at endurtaka seg.

Eins lógir
Hvussu er og ikki. Danskir politikarar lótu ikki við seg koma, og tað tykist greitt, at ein greiður meiriluti av Fólkatinginum atkvøður ímóti uppskotinum at taka hernaðarlógirnar av.
Sjónarmiðið er, at lógirnar fyri donsku verjuna mugu vera eins fyri alt tað danska ríkið, og at hetta er eitt málsøki, sum danska stjórnin einsamøll hevur ræðið á. Tað søgdu bæði Vinstra, konservativu, sosialdemokratarnir og hinir flokkarnir.
Tað var bara Søren Søndergaard úr Eindarlistanum, sum heilhjartaður talaði føroysku sjónarmiðini. Hann skilur væl, at føroyingar kenna tað sum eina provokatión, at danska stjórnin setir lógir í gildi fyri Føroyar uttan at spyrja føroyingar eftir. Tað er rættast at viðgera alt málið av nýggjum, helt hann, men lítli flokkurin ytst á vinstraveinginum fekk onga undirtøku frá teimum, ið sita við valdinum.
Málið er beint í politisku og búskaparligu nevndina.

********
FAKTA

Heimastýrislógin §7:

Fyri at vissa, at Løgtingið fær mest møguliga ávirkan á, hvussu serligar ásetanir fyri Føroyar í lógum, sum ríkisvaldið gevur, verða skipaðar, skulu stjórnaruppskot, ið innihalda ásetanir, ið bert viðvíkja Føroyum, leggjast fyri føroyska heimastýrið til álitis, áðrenn tær verða settar fram fyri ríkisdagin.

Annars skulu ríkislógir, sum viðvíkja lokalum føroyskum viðurskiftum, leggjast fyri føroyska heimastýrið til álitis, áðrenn tær verða settar í gildi í Føroyum. Freist kann í hvørjum einstakum føri verða sett fyri tíðina, tá álitið frá heimastýrinum skal vera liðugt. Hevur tann í hesum petti nevnda fyriløga vegna átroðkandi viðurskifti ikki kunna farið fram, skal lógin skjótast verða send heimastýrinum til ummælis.

Á sama hátt verður framfarið viðvíkjandi sáttmálum og øðrum internationalum semjum, sum krevja ríkisdagssamtykt, og sum nerta við serlig føroysk áhugamál.

********