Fingu seg royndar

Hóast kvinnulandsliðið tapti báðar dystirnar ímóti Danmark, fingu kvinnurnar seg royndar. Tá tær nú skulu til Álands, vita tær, hvat tað vil siga at spæla undir trýsti, og tað kann – bókstaviliga – verða gull vert

FLOGBÓLTUR

 

Fyrst av øllum skal Flogbóltssambandið hava stórt rós fyri at fáa danska kvinnulandsliðið hendavegin, so okkara landslið kundi fáa tiltrongda dystarvenjing og sleppa at royna sína nýggju spæliskipan í dysti. Venjararnir hava óivað fingið nógv, teir kunnu arbeiða víðari við, til flogbólturin á Oyggjaleikunum fer í gongd um smáar tvær vikur.

At tað so eisini vísti seg, at munurin á teimum bestu í Danmark og teimum bestu í Føroyum ikki er so stórur, ber eisini boð um, at føroyskur flogbóltur er á rættari kós. Miðvísa landsliðsarbeiðið, ið byrjar við ungdómslandsliðunum, vísir seg sostatt at geva úrslit.

Báðar dystirnar vóru nógvir áskoðarar – og teir hoyrdust eisini. Stuttligt, at so flogbóltstrúgv støð sum Suðuroy og Vágar kundu vera karmar um landsdystirnar, ið helst vóru teir, ið góvu okkara flogbóltslandsliði størstu mótstøðuna nakrantíð.

 

Føroyar-Danmark 1-3

(21-25, 25-21, 15-25, 15-25)

Leygardagin í Trongisvági

 

Dysturin byrjaði lívliga og føroyska liðið var væl við. Var enntá á odda fyri tað nógva í fyrsta setti, men fór so at gera nakrar feilir, tá síðstu bóltarnir skuldu hálast inn, og tí vann Danmark.

Annað sett minti nógv um fyrsta, men her vóru feilirnir gjørdir tíðliga, samstundis sum tað eydnaðist at rætta teir, so tað í síðsta enda eydnaðist at vinna annað sett.

Nokk so tíðliga í triðja setti sást, at rútma fekst ikki í spælið, og tað gjørdist skjótt greitt, at tær donsku fóru avstað við settinum. Heldur ikki í fjórða setti komu Føroyar fyri seg, og tí kundi Danmark vinna settið og dystin.

 

Føroyar-Danmark 0-3

(26-28, 18-25, 12-25)

Sunnudagin á Giljanesi

 

Føroyar byrjaðu betur og vóru á odda bæði 8-4 og 12-8, áðrenn Danmark fekk fatur í spælinum. Liðini fylgdust til tað síðsta, og hóast Føroyar høvdu tríggjar settbóltar, eydnaðist ikki at vinna, so Danmark fór avstað við settinum.

Í øðrum gekk sera væl frá byrjan, og leiðslan var bæði 6-1 og 8-2, áðrenn tær donsku komu í gongd. Liðini fylgdust leingi, men tá Danmark kom upp á 16-15, fingu Føroyar ongantíð leiðsluna aftur, men taptu settið.

Donsku kvinnurnar fingu betru byrjanina í triðja setti, har Føroyar ongantíð megnaðu at fylgja við, og eftir 8-3 til Danmark gjørdist alsamt greiðari, hvønn veg hetta settið gekk. Eitt skifti vóru bara fýra stig á muni, men nærri slapst ikki, og so var seinni danski sigurin ein veruleiki.