Havrannsóknarskipið Magnus Heinason fekk fyrr í vikuni ein sonevndan tussafisk á 61°18N og 04°53W, og fiskurin varð fingin á 475 metra dýpi.
Tað skrivar Mourits Mohr Joensen á sínari Facebook-síðu, og hann hevur eisini lagt viðheftu mynd av fiskinum út. Í lítlari frásøgn um sjáldsama fiskin vísir hann til bókina hjá Rógva Mouritsen, ”Fiskar undir Føroyum”.
Her verður sagt, at Lítli tussafiskur, sum fiskurin verður nevndur, bæði er botnfiskur og uppsjóvarfiskur. Hann livir úr vatnskorpuni og niður á 2000 metra dýpi. Hetta er sjáldsamur fiskur, og nakrir fáir eru fingnir sunnan fyri og vestan fyri Føroyar.
- Annars er fiskurin í øllum høvum, eitt nú úr Íslandi til Assoroyggjarnar og heilt suður til Suðurafrika. Fiskurin er eisini við Ný Foundlandi til Drakessundið, og harumframt er hann í Kyrrahavinum.
Longdin úr gronini til uggafjaðrarnar á Lítla tussafiski er 48 prosent av standardlongdini. Kvennfiskar gerast upp í 45 sentimetrar langir, og kallfiskar gerast einans upp í 7,5 sentimetrar.
Sagt verður, at kallfiskar viðhvørt síggjast hanga undir búkinum á kvennfiskinum, har teir eru grónir fastir, og teir eru tá støðugir sáðbankar og sníkar.
- Lítli tussafiskur hevur ongan vinnuligan týdning, verður lagt aftrat.