Hans á Lag hjá HB ásannaði, at tað sá alt annað enn gott út hjá HB stóran part av dystinum móti VB/Sumba.
- Tað er rætt, men vit megna at venda tí, soleiðis at vinna 3-1, at tað er øgiliga gott. Tí tað var tungt. Teir fáa eitt øgiliga gott mál, og tá vit so brenna eitt brotsspark, verður tað ógvuliga tungt hjá okkum. Og tá krevur tað karakter, um dysturin skal vendast.
Er leiðslan nóg mikið at hava við sær til Vágs?
- Vit vita so, at hava leiðsluna, og vit skulu arbeiða út frá tí. So fer tíðin at vísa, um tað er nóg mikið.
Tað hevur verið tosað nógv um verjupartin hjá tykkum seinastu tíðina. Og hesa ferð sá verjan nakað ótrygg út til tíðir. Kendu tit tað eisini so.
- Nei, tað haldi eg ikki. Men eg kenni tað, sum er stórt fokus á verjuni hjá okkum fyri tíðina, og tí verða mistøk kanska meira viðgjørd, enn tey annars verða. Eg haldi, at avrikið í verjuni var ok. Tað kann sjálvandi verða betri, og tað vilja vit eisini. Seinastu tíðina haldi eg, at verjan hjá okkum hevur fingið nógvar ákoyringar, og hesar hava ikki altíð verið líka rættvísar, sigur Hans á Lag.