Finleif í Smiðjuni

Fríggjardagin 1. oktober kl. 16 - 20 letur ein listaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík. Tað er Finleif Mortensen av Argjum sum sýnir fram.

Við á framsýningini eru 25 expressionistiskir málningar við útgangsstøði í bygdini og Havnini. Málningarnar skulu ikki endurgeva støðini, men eru heldur spæl í litum og kompositiónum Málningarnar eru málaðir við fagrum litum og glaðum litum


Tað eru í ár júst 25 ár síðani, at Finleif hevði sína fyrstu framsýning, hon var eisini í Smiðjuni. Síðan tá hevur hann havt fleri einstaklingaframsýningar og luttikið á framsýningum eitt nú Ólavsøku- og Várframsýningini. Seinastu seks árini hevur Finleif sýnt fram í Danmark og Íslandi, umframt at hann hevur luttikið á listamessum m.a ART-Copenhagen og ART-Herning, sum eru tær stóru listamessurnar í Norðurlondum


Á Framsýningini eru eisini tveir skulpturar ella rættari model ella hugskot til skulpturar. Framsýningin er opin til týsdagin 5. okt. Opið er gerðandisdagar kl. 10 – 19 og sunnudagin kl. 14 – 19.