Finna bestu talvgentuna

Kappingin fer fram í skúlanum í Kollafirði og byrjar sunnudagin 7. mars kl. 13.30.

 

Telvað verða 9. umfør, og er umhugsunartíðin 20 minuttir til hvønn telvara, hvørt umfarið.

 

Telvararnir verða býttar upp í 3 FM-aldursbólkar, U13, sum eru gentur føddar í 1997 ella seinni, U16, sum eru gentur føddar í 1994 ella seinni og U19, sum eru gentur føddar í 1990 ella seinni.

 

Umframt at FM-kappingin er vanlig kapping, er hon eisini vegleiðandi úttøkukapping til NM fyri gentur, sum verður í Íslandi 23. ? 25 apríl 2010.

 

Freistin at melda til luttøku er í kvøld kl. 19, og á heimasíðuni hjá Talvsambandinum sær tú, hvussu hetta verður gjørt.

 

Luttøkan er ókeypis, siga fyrireikararnir.