Finna ongan hval

Hóast framkomna útgerð hevur tað enn ikki eydnast Paul Watson og manning hansara at bera eygað við nakran grindahval í Føroyum

Paul Watson og manning hansara hava ikki borið eygað við nakran hval síðani tey komu til Føroya tíðliga fríggjamorgunin.

Umborð á Ocean Warrior hevur Paul Watson framkomna lurtiútgerð, ið kann staðfesta, hvar grindhvalir ferðast í stórari fjarstøðu. Paul Watson sigur útgerðina vera so góða, at hann, tá hann liggur í Nólsoyarfirði kann hoyra hvalir kring allar Føroyar, undantikið kring Suðuroynna.

Men enn hevur tað ikki eydnast Paul Watson at hoyra nakað ljóð frá hvali við útgerðini.

Tá Sosialurin í gjár tosaði við Paul Watson lá hann í ein útnyrðing úr Vágum við Ocean Warrior og leitaði eftir grind. Hann lá tá innanfyri territorialmarkið. Hann lá á 62,1 stigum norður og 7,3 stigum vestur.

Men Paul Watson metir tað ikki vera nakað brotsverk at liggja innan fyri territorialmarkið, so leingi Føroyingar fremja brotsverkið at drepa grind.

Paul Watson æltaði sær í gjár ikki til lands nakrastaðni, uttan talan var um at fylgja eini grind ella at seta fólk av.