Hóast starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla tvær ferðirnar varð lýst leyst í 2015, so er enn eingin settur í starvi sum stjóri. Tað undrar lærarar í skúlanum, sambært Skúlablaðnum, ið hevur tosað við Augusta Egholm Petersen, lærara og álitisfólk í Vestmanna skúla.
Við Skúlablaðið sigur álitisfólkið, at støðan er heilt ókend innan fyri føroyska skúlaverkið.
- Grundgevingarnar, vit hava fingið, hví starvið ikki er sett enn, undra okkum. Tað varð endurlýst, tí landsstýrismaðurin fór frá, og løgtingsval varð útskrivað, varð sagt. Nú eru góðir tríggir mánaðir gingnir eftir at starvið varð endurlýst, og einki hendir, og frustratiónirnar bara vaksa.
- Mær vitandi hevur tað ongantíð tikið so langa tíð at seta ein skúlastjóra fyrr, og vit undrast stórliga, at starvið er lýst tvær ferðir, og starvið framvegis ikki er sett, sigur Augusta Egholm Petersen við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum.
Álitisfólkið vísir eisini á, at hóast ein skúlastjóri er settur fyribils, so er tað nógv, ið ein fyribilsstjóri ikki kann gera.
- Tú kanst ikki taka avgerðir um endaliga loysnir fyri skúlan og seta tær út í kortið, tá tú ert fyribilssettur. Ein fyribilsstøða gongur eina tíð, men ikki í langa tíð, sigur August Holm Petersen við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum.

Vestmanna skúli
Finnast harðliga at støðuni í Vestmanna skúla

Vestmanna skúli

Vestmanna skúli

Vestmanna skúli

Vestmanna skúli

Vestmanna skúli

Vestmanna skúli