Finnbogi Arge gekk undan

Hugburðsbroytingin í príspolitikkinum í føroyskari flogferðslu byrjaði longu, meðan Finnbogi Arge var landsstýrismaður við vinnumálum, sigur Bjarne Hansen, nevndarformaður í Maersk Air í ískoyti til viðtalu í Sosialinum

 

Flogferðsla

Tað var meðan Finnbogi Arge sat við vinnumálum í Landstýrinum, at hugburðsbroytingin á ferðseðlaøkinum byrjaði, sigur nevndarformaðurin í Maersk Air.

Hetta sigur hann í ískoyti til viðtalu, sum Sosialurin hevði við hann í seinastu viku, har hann segði, at broytingin hendi í tíðini hjá Bjarna Djurholm.

? Rætt er, at Bjarni Djurholm hevur ført hugburðin víðari, sigur Bjarne Hansen, og leggur dent á, at hann er rætt endurgivin í Sosialinum. Men tað er kortini at gera Finnboga Arge órætt púra at gloyma hann burtur, ger hann vart við.


Lasse við síðuna av

Í viðmerking til samrøðuna við Bjarne Hansen, sigur fyrrveradi landsstýrismaðurin, Lasse Klein, í Sosialinum hósdagin, at um príspolitikkurin hjá feløgum sum Maersk Air og Bjarna Djurholm sleppur at halda fram, verður føroyskum vinnulívi ikki lív lagað. Tí tá kunnu altjóða fyritøkurnar við nógvum peningi mestsum gera sum tær vilja, heldur hann. Og hann gevur ikki Atlantsgflogi stórvegis møguleikar móti Maersk Air.

Til tað sigur Bjarne Hansen, nevndarformaður í Maersk Air, at her rakar Lasse Klein heilt við síðuna av.

Júst í hesum árinum, flogið hevur verið við nógvum tilboðum og lágum prísum, klárar Atlantsflog at kunngera ein roknskap, sum vísir 10 milliónir krónur í yvirskoti, vísir Bjarne Hansen á.

Hann staðfestir, at lágu ferðaseðlaprísirnir seinasta árið hava gagnað teimum ferðandi.

? Og teir tykjast so heldur ikki at hava skatt Atlantsflog, eftir roknskapinum at týða, sigur Bjarne Hansen, nevndarformaður í Maersk Air.