Landsstýrismaðurin við vinnumálum fekk enn ein trupulleika at dragast við tá bygdarráðið í Vestmanna gjørdi av at blokera ferjuleguna inni á Fjørð. Bert heilt fáir bilar fóru um Sundið í gjár og sum nevnt aðrastaðni, so var endamálið við blokaduni at fáa landsstýrismannin í tal um rakstrarkostnaðin av ferjuleguni.
Men tað verður, eftir tí sum skilst á landsstýrismanninum, ikki við slíkum miðlum, at hann fer í tættari samráðingar við vestmenningar.
Finnbogi Arge heldur so avgjørt ikki, at framferðarhátturin hjá vestmenningum er tann rætti, tí fyri tað fyrsta so er málið um ferjulegurnar ikki so lætt at loysa, og fyri tað næsta, so eru tað tey ?skeivu? fólkini, sum føla avleiðingarnar av blokaduni.
- Vit hava havt fleiri fundir um eitt nú at hækka havnargjøldini og eitt nú um leigu av básum á havnaøkjunum, men tað er nakað, sum tekur drúgva tíð og vit eru verri enn so komin á mál við tí viðgerini, sigur Finnbogi Arge.
Hann leggur tó dent á, at vestmenningar ikki skulu vænta, at teir fáa dekka útreiðslurnar av rakstrinum av ferjuleguni fyri tað at havnargjøldini verða justerað upp eftir og básaleiga verður ásett.
Hvussu nógv kann bygdarráðið í Vestmanna vænta at fáa í havnargjøldum tá hækkingarnar eru komnar í gildi?
- Tey kunnu vænta sær eina hækking upp á umleið 150 túsund krónur og tað vil siga, at upphæddin, sum vestmenningar so fáa fer at liggja um eina hálva millión, sigur Finnbogi Arge.
Henda upphæddin fer neyvan at nøkta vestmenningar serliga tá vit hava í huga, at rakstrarútreiðslurnar hjá kommununi av ferjuleguni inni á Fjørð liggja um tvær milliónir krónur árliga.
Skilir støðuna og tó
Finnbogi Arge viðgongur, at hann skilir støðuna, sum vestmenningar eru í, men hann leggur afturat vestmenningar eisini mugu skilja støðuna hjá Landsstýrinum.
- Vit kunnu ikki taka ferjuleguna í Vestmanna burtur úr, og so viðgera hana fyri seg. Gera vit tað, so trúgvi eg ikki at t. d. leirvíkingar og tvørámenn verða serliga væl nøgdir, sigur Finnbogi Arge.
- Hyggja vit í Kommunuálitið, so verður har lagt upp til, at samferðslan í framtíðini verður ein almenn uppgáva burturav og tí skal hetta í grundini viðgerast saman við tí áltinium, sigur Finnbogi og vísir á, at tað ikki er hann, sum umsitur kommunumál, men løgmaður.
- Tí ber ikki til, bara soleiðis uttan víðari, at taka eina ferjulegu burturúr, tí málið skal viðgerast politisk, áðrenn landið kann yvirtaka nakað sum helst, leggur Finnbogi afturat.
Sjálvskapt støða
Sum sagt, so heldur Finnbogi lítið um, at vestmenningar, á henda hátt seta blokadur í verk fyri at fáa glið á málið.
- Eg skilji væl støðuna teir eru í, tí ferjulegan fíggjarliga er ógvuligatung at reka, men í grundini hava teir sjálvir skapt ta støðu, teir eru í, sigur hann.
- Bygdarráðið í Vestmanna gjørdi eitt ógvuliga stórt arbeiði fyri at fáa ferjuleguna flutta inn á Fjørð, og tað fingu teir eisini myndugleikarnar at taka undir við tá. Men hon var dýr, og tíverri var tað eingin, sum frammanundan kundi siga at landið kom í fíggjarliga trongstøðu.
- Hinvegin, so haldi eg ikki, at teir bara kunnu blokera ferjuleguna á henda hátt, tí teir revsað ikki tey røttu við hesum tiltakinum.
- Um eg eri ónøgdur við býráðið í Havn, so kann eg ikki bara leggja ein stóran klett út á vegin, har eg búgvi av somu orsøk. Tað havi eg ikki loyvi til og eg haldi at støðan hjá Vestmanna kommunu er tann sama.
Hvussu málið skal loysast er enn ov tíðliga at siga, men sum skilst so verður arbeitt víðari við tí. Spurningurin er so bara um tað er nóg mikið hjá bygdarráðnum í Vestmanna at vita, at gongd er í málinum og at tað ikki eru tey, sum kunnu avgera nær ein endalig loysn fyriliggur. Tað hevur Finnbogi heldur ikki nakað boð uppá.
- Men tey mugu í øllum førum geva tol, sigur landsstýrismaðurin at enda.