Finnið røttu javnvágina

-Tað er avgjørt neyðugt, at føroyskir myndugleikar finna eina javnvág millum ein rímuligan vinning til føroyska fólkið, sum jú eigur ressursirnar - og teir, sum vilja gera íløgur her. Tí ræður um ikki at gera krøvini so hørð, at oljufeløgini rætt og slætt meta økið ov lítið áhugavert

Nú vit standa á gáttini til ikki bert eina nýggja øld, men eisini til 1. útbjóðing til oljuleiting á føroyskum øki nakrantíð, eru tað eisini fleiri, sum hyggja aftur um bak og spyrja seg sjálvar, um ikki tann drúgva bíðitíðini kortini hevur verið til gagn. Hon hevur ikki verið til fánýtis, tí øll hesi seinastu árini hevur forarbeiðið verið gjørt til ta semju, sum fekst um markið millum Føroyar og Bretland fyrr í summar. Ein teirra, sum hevur eygleitt gongdina á Atlantsmótinum øll hesi árini, ja heilt frá fyrstu í 90-árunum er ein av teimum tungu dreingjunum í bretskari oljuvinnu, nevniliga John D´Ancona.

Hann var eisini millum mongu gestirnar, sum stukku inn á gólvið á føroyska básinum á oljumessuni í Aberdeen herfyri.

John D´Ancona var í mong ár stjóri í OSO, (Offshore Supplies Office), sum er stendur á odda fyri tí almenna partinum av øllum frálandavirkseminum í Bretlandi. Tá avtalan varð gjørd millum føroyingar og danir um markið var John D´Ancona ein av teimum fyrstu bretsku oljuserfrøðingunum, sum vitjaði í Føroyum. Tann túrurin var eisini ein orsøkin til føroysku luttøkuna á oljumessuni í Aberdeen í 1992.


Bíðitíð ikki til fánýtis

Í dag arbeiðir John D´Ancona sum privatur oljuráðgevi. Hann fegnast um at síggja føroyingar so fjølmentar á eini altjóða oljuráðstevnu og dylur hann ikki fyri, at føroyingar hava fingið eina góða avtalu við bretar um markið og sigur, at hóast tað eru gingin mong ár at bíða eftir útbjóðingini, so hevur henda tíðin kortini ikki verið til fánýtis. -Eg haldi sjálvur, at oljuídnaðurin fer at vísa føryska økinum stóran ans, nú markið er komið uppá pláss. Sjálvur eri eg bjartskygdur av lyndi og eru tað uppgávur, sum eg kann átaka mær fyri føroyingar á oljuøkinum, so geri eg tað fegin.

John D´Ancona metir Føroyaøkið serliga áhugavert, tí her er talan um eitt jomfrúuligt øki, har eingin hevur borað áður. Hóast eitt av teimum størstu oljufeløgunum, Shell hevur lagt Føroyaøkið á síðulinjuna fyribils, heldur hann ikki, at vit eiga at missa mótið: -Eg skilji tykkum, um tit eru vónsviknir av at eitt so stórt og roynt felag sum Shell tekur seg aftur, men kortini eru har mong onnur stór feløg og tit skulu ikki vera kløkkir, um tað eisini fara at verða fleiri minni sjálvstøðug oljufeløg, sum fara at vera við í útbjóðingini.


Kunnu velja og vraka

Vit spurdu John D´Ancona, hvørja meining hann hevur um komandi treytirnar fyri at fáa loyvi at bora við Føroyar? -Eg kenni tær ikki enn, men tit eiga at vera varnir. Verðin er nógv broytt. Tá eg byrjaði í hesi vinnuni vildu oljufeløgini hava boriloyvi í politiskum stabilum økjum so sum Bretlandi og Noregi. Tað merkti, at londini kundu seta strong krøv til oljufeløgini, sum jú vildu hava loyvini. Nú altjóða oljuídnaðurin kann fara nærum alla staðni í heiminum, tí man hevur vunnið bæði á teimum politisku og teknisku forðingunum, so kunnu oljufeløgini í dag næstan velja og vraka millum øki nógva staðni í verðini, eitt nú í gamla Sovjet.

Og nú oljuídnaðurin hevur møguleika til at velja kann hann eisini gera tað út frá ymiskum fortreytum, eitt nú hvussu áhugaverdar treytirnar í einum nýggjum øki eru.

Nettupp av teirri orsøk heldur John D´Ancona, at tað er avgjørt neyðugt, at føroyskir myndugleikar finna eina javnvág millum ein rímuligan vinning til føroyska fólkið, sum jú eigur ressursirnar - og teir, sum vilja gera íløgur her. Tí ræður um ikki at gera krøvini so hørð, at oljufeløgini rætt og slætt meta økið ov lítið áhugavert..

John D´Ancona heldur ikki, at føroyingar eiga at seta eins harðar treytir sum t.d. norðmenn hava gjørt tað. Hann ynskir ikki at gera viðmerkingar til tað ávísar stjórnir hava fyritikið sær í hesum sambandi men sigur, at nakrar stjórnir, ikki neyðturviliga í Europa, hava sett so hørð krøv, at hesi hava verið við til at ræða oljufeløgini burtur. -Hetta er nakað, sum eitt nú bretska stjórnin er varug við, og eg haldi eisini, at Føroya landsstýri veit hetta og vil skapa eina skipan, sum byggir á tær fortreytir, ið eru galdandi í økinum.

Hóast hann fegin vil gera viðmerkingar til útviklingin á Atlantsmótinum vil John D´Ancona bíða við at siga meira til føroyskir myndugleikar hava gjørt upp við seg sjálvar, hvørjar treytirnar verða til eina útbjóðing.