Finnleif Durhuus 40 ára starvsdag á Landsverki

Tann 15. apríl 2009 var ein samkoma hjá Landsverk í samband við, at tað vóru 40 ár síðani Finnleif Durhuus kom í starv hjá stovninum.

Her vóru fleiri røður hildnar og Dupultkvartettin sang. Stjórin Oyvindur Brimnes umrøddi virksemið hjá Finnleif á Landsverk

Finnleif kom 15. apríl 1969 í starv hjá landsverkfrøðinginum. Ein hin fyrsta uppgávan hjá honum var at projektera nýggja vegin gjøgnum Kollafjørð og at hava ábyrgdina av vegagerðini. Hetta varð ein spennandi verkætlan við nógvum avbjóðingum. Stríð tók seg upp millum bygdafólkið um linjuføringina. Tey, íð áttu bø og haga, vildu hava vegin at liggja gjøgnum fjøruna, meðan hini, ið til dømis áttu neyst vildu hava vegin at liggja omanfyri bygdina. Trý uppskot blivu gjørd til linjuføring. Eitt gjøgnum fjøruna, eitt omanfyri bygdina og eitt triðja, har tann uttari parturin av vegnum gekk niðanfyri bygdina, meðan hin innari parturin lá omanfyri bygdina.

Fyri at koma til eina niðurstøðu í hesum máli, fóru Atli Dam, løgmaður, Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingur og Finnleif á fund við bygdaráðið, ið taldi 5 limir. Á hesum fundinum stemmaðu tveir fyri at leggja vegin niðanfyri bygdina, tveir stemmaðu fyri at leggja vegin omanfyri bygdina, meðan hin fimti stemmaði blankt. Tá tók Atli Dam avgerð um, at helvtin av vegnum skuldi liggja í neðra, meðan hin helvtin skuldi liggja í erva. Og so varð.

Sum eina roynd skuldi Finnleif sjálvur forhandlað við eigarar, festarar og leigarar um endurgjaldið fyri tað lendið/ bygningar, sum fóru undir nýggja landsvegin, og sum tann góði diplomatur hann er, fekk hann greitt allar avtalur í sátt og semju.


Leiðari á vegaumsitingini


Í 1973 varð Finnleif settur sum leiðari av vegaumsitingardeildini. Henda deildin skipaði eisini fyri at fremja størri ábøtur og trygdartiltøk á vegakervið. Hann fekk eisini ábyrgdina av at umsita studningsjáttaninar til kommunalar vegir, eitt nú uppdyrkingarvegir, útstykkingarvegir og vegir, ið vóru partur av tí yvirskipaða vegakervinum. Tað vóru oftani einar 150 verkætlanir um árið, ið høvdu rætt til studning.

Í ár 2001 varð nýggjur bygnaður gjørdur fyri stovnin og í hesum sambandi vóru plan- og projektdeildin, ferðsludeildin og vegaumsitingardeildin løgd undir eina vegadeild, ið Finnleif varð leiðari av. Í 2006 valdi hann at lækka seglini nakað og situr í dag sum rakstrarleiðari á vegadeildini, har hann eisini umsitur tær flestu mynduleikauppgávur.

Hann hevur verið í leiðslubólkinum fyri stovnin í umleið 25 ár. Hann hevur eisini luttikið í norðurlendskum samstarvið. M.a. gjørdist hann í 1983 limur í NVF (Nordisk Vejteknisk Forbund), har hann sat sum formaður í føroysku deild 41 í 16 ár.

Síðani í 1984 hevur Finnleif umboðað stovnin á tí árliga norðurlendska chefforum, har deildarstjórarnir í teimum norðurlendsku vejdirektoratunum hittast at viðgera aktuel felagsmál. Í 1992 gjørdist Finnleif eisini limur í norðurlendska vetrarhaldsbólkinum.

Við hesum samstarvi hevur stovnurin nýtt ótroyttar møguleikar í vegatekniskum høpi, ið hevur verið við til at ment stovnin. Hin størsti fyrimunur, ið stovnurin hevur havt í hesum samstarvi, er tað samskiftisnet. sum etablerað er við hesi fólk í Norðanlondum, sum við servitan og royndum á ymiskum økjum hava kunnað veitt ráð og vegleiðing í nógvum ivamálum.

Finnleif er limur í starvsnevndini í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd.

Síðani Finnleif byrjaði hjá LV, eru stórar broytingar farnar fram í samfelagnum og eisini á stovninum. Stovnurin hevur altíð lagt doyðin á, at verið í fremstu røð og hevur arbeiðaplássið verið sera spennandi við nógvum avbjóðingum við góðum innanhýsis viðurskiftum. Tá ið Finnleif byrjaði, vóru 14 fólk á skrivstovuni og í 1988 vóru tey yvir 90. Men kreppan í 90`unum rakti eisini stovnin hart og minkaði talið á starvsfólkunum – eftir trimum árum – niður í eina helvt.

Í sínum arbeiði er Finnleif komin víða um í landinum og hevur havt nógv samskiftið bæði við kommunur, feløg og einstaklingar. Her er hann tann føddi diplomaturin og kann við sínum positiva lyndi fáa menn at koma til sættis.

Tey eru fá, ið kenna landið so væl sum hann. Hann kennir hvørja á í landinum, í hvussu er framvið vegnum. Eftir hann standa eisini nógvir varðar kring landið, sum onkur røðari tók til.

Oyvindur tók til, at Finnleif er álitismaður og hevur stóra ábyrgdarkenslu fyri stovnium uttan mun til um tað er í arbeiðtíð ella frítíð. Hann er tiltikin røkin, og missa aðrir síni pappír burtur, so hendur tað ikki hjá honum!

At enda í síni framløgu handaði Oyvindur vegna drotningina Finnleif fortjenstmedaljuna. Tað vóru fleiri, sum høvdu orðið aftaná, og semja var um, at hetta var fult uppiborið.


Ætt og samkoma


Foreldrini hjá Finnleifi eru Karolina Durhuus f. Joensen úr Trøðum á Sandi og Ejvind Winther Durhuus úr Gørðum, Vestmanna. Tey búsettust í Trøðum, har Finnleif er føddur og vaks upp.

Hann kom til Havnar í 1959 og fór í læru sum timburmaður hjá Peturi í Gong. Frá 1964 – 66 arbeiddi hann sjálvstøðugt, samstundis sum hann gekk í skúla um kvøldarnar til tekniska fyrireiking, til hann fór til Danmarkar at lesa til byggifrøðing. Seinri tók hann merkonomútbúgving innan fyrisiting, leiðslu og organisatión.

Tá Finnleif kom til Havnar búði hann hjá Jónu “hjá Konrad” á Dalavegnum. Tað sigur nakað um hansara trúfesti, at tey gjørdust vinir til hennara doyggjandi dag fyri nøkrum árum síðani.

Samkoman í Ebenezer hevur verið hansara andaliga heim og er tað serliga innan sang, hann hevur verið virkin. Hann hevur verið í sangkórinum stórt sæð síðani 1960 og hevur eisini luttikið í øðrum sangbólkum, m.a. Sangbrøðrum, ið góðu sína fyrstu plátu út í 1966. Teir góvu tríggjar plátur út í 60’unum og eina endurútgávu til jólar í 2002. Finnleif hevur eisini verið organistur í Ebenezer í næstan 40 ár.

Hann var virkin í arbeiðinum millum tey ungu. Var partur av tí toyminum í 60`unum og 70’unum, sum skipaði fyri bíbliuklassanum saman við Peturi Háberg, sála, Øssuri Berghamar, Svenningi av Lofti o.ø. Í eini 20 ár var hann eisini lærari í yngra bíbliuflokkinum. Síðani í 1984 hevur Finnleif verið limur í Fyrireikingarnevndini fyri kringvarpssendingum hjá Brøðrasamkomunum í Føroyum.

Finnleif er giftur við Jóhannu Mariu f. Samuelsen úr Havn og eiga tey børnini Mikkjal, Kára og Ingunn, sum er gift Eiriki Norðberg.

Vit vóru til staðar og hava tí myndir frá samkomuni. Vit ynskja eisini Finnleifi og hansara tillukku við merkisdegnum og tí heiðuri, sum er vístur honum.



ó.