Finnur Justinussen var ikki við Víkingni í fjør, sum vann steypafinaluna. Hann var við í í 2009 og hann ætlar sær aftur í finaluna, men tað krevur ein sigur á B36.
- Tað verður ein trupul dystur. At møta B36 í Gundadali er ein torfør uppgáva, men tað er ikki ein ómøgulig uppgáva. Vit ætla okkum avgjørt víðari, og tað skal ein sigur til, og honum fara vit eisini eftir, sigur málslúkurin úr Gøtu, sum skoraði bæði málini hjá Víkingi í 2-1 sigrinum á NSÍ í fyrsta umfarinum í landskappingini um vikuskiftið.
Framherjin spældi í fjør í svenskum fótbólti og var tí ikki við, tá Atli Gregersen lyfti løgmanssteypið upp um høvd eftir eina hendingaríka og drúgva steypafinalu. Finnur var hinvegin við, tá Víkingur í 2009 vann á EB/Streymi í finaluni.
- Eg eri uppsettur uppá at koma víðari í steypakappingini. Eg havi prøva at verið í einari finalu og hana vunnu vit. Tað er avgjørt nakað eg vil royna aftur, sigur Finnur Justinusen í stuttari viðmerking til portalin.
Dystirnir í 1. umfari í steypakappingini verða spældir 14. apríl. og eru hesir:
1. Umfar(14. apríl):
FC Suðuroy Undrið/Royn
Giza/Hoyvík / MB EB/Streymur
B36 Víkingur
AB ÍF
NSÍ TB
Skála 07 Vestur
B68 KÍ
B71 - HB