FINNUR FIMTIFIMM

Finnur Helmsdal er alkendur maður. Tað tykiskt, sum hevur hann altíð verið til, tí heilt frá ungum árum hevur hann verið frammi í almenna ljósinum, í ymsum høpum.

Hann er sonur Oliviu, sum var slektað úr Miðvági og landsverkfrøðingin Mikkjal. Ein av mongum ungum føroyingum, ið setti sær fyri at byggja landið eftir stríðsárini. Við ófatiliga víðskygninum og eini ómetandi framskrúvu, runnu stovnurin og maðurin saman í eitt. At oddviti á slíkum stovni megnar at leggja eina heila tjóð í eitt infrastruktuelt kervið, í egnari starvstíð, man vera eindømi í heiminum, og boðar frá megi, visiónum og eini mentalari styrki, sum hevur staðið upp ímóti uppganginum frá fleiri ættarliðum av politikkarum. Sum drangur í brimi.

At vera sonur ein so máttmiklan stovn er ikki bara lætt. Onkursvegna stendur tú í mun til hann, líkamikið hvat tú annars velur at takast við her í lívinum. Finnur fótaði sær og vegaði rás á øðrum stíggjum. Við sínum góða forstandi gekk leiðin niðan í Hoydalar, har Erik og Haraldsen og aðrar góðar kreftir royndu at temja hendan krappa og bráðræsna ungdómin, við teimum nógvu talentunum.

Tey flestu minnast hann frá leikvøllunum. Ikki bara tí at hann plagdi leika í hálvhosum og er einasti føroyingurin, sum hevur spælt ein landsdyst í skipstroyggju, í hondbólti, men heldur tí at hann revolutioneraði spælið onkursegna. Serliga fótbóltin. HB fekk nógv burturúr honum í tíðini, táið spælið var í serliga stórari menning, um tað mundið táið m.a. Beckenbauer defineraði spælið av nýggjum. Liberoin – aftasti maðurin – stabiliteturin - sum samlar upp og stingur út í kortið av nýggjum. Skipar rangstøðuna hjá mótstøðuliðnum, onkur helt at hann uppfann felluna, og ger eina reina glíðandi takling har hon krevst. Soleiðis minnast vit Finn, og soleiðis dugnaði hann barndómsfelagnum í mong ár. Á fyrstu parkett. Í broddi fylkingar. Í hondbóltinum kom hann at spæla saman við frægastu leikarum okkara, síðani spælið kom til lands, og eisini har hevur hann fylt upp í skápini skínandi steyparúgvir. Landsliðini hava eisini verið leskað við hansara kvalitetum. Og kanska guvaði ein stór borðtennisstjørna burtur í tíðarmeldrinum, tað heldur í hvussu er the grand old man av Tvøroyri, Sverri, núverandi kollegi hansara á tingi.

Appropos landsverkfrøðingsstovnurin, ella stovnar yvirhøvur, so kom Finnur at vaksa upp í hesi merkiligu tíðini, sum ongin annar nakrantíð kemur at uppliva, enn júst tað ættarliðið, sum var í besta blóma, táið ungdómsbyltingin stóð í vøkstri, og fór sum ein grasfløtubrandur um allan vesturheimin. Uppreisturin móti autoritetunum. Stadnaðu stovnunum. Og vit eru ivaleyst mong, sum minnast hendan høgleitta mannin í havnargøtum við fjakkandi síðum hári, víðum brókum og palestina turriklæði. Hann gjørdi upp við klassiska rákið, at elta fótasporini hjá undanfarnum ættarliðum, og setti sær fyri, at dugna tí veikara partinum av samfelagnum. Sum avlærdur sosialráðgevi virkaði hann í mong ár í almanna verkinum m.a. saman við legenduni Klaus Hermann, maðurin, sum fakliga hevur hægstu tign í hugaheimi hansara. Við tí viðførinum fór hann ígjøgnum skipanina, og til endans gjørdist hann leiðari á Barnaheimi Føroya. Sum skyldkonan hjá konuni fekk at renna upp úr turrari jørð frá byrjan.

Samfelagsviðurskifti hava yvirhøvur hansara stóra áhuga. Serliga korini hjá teimum, sum onkursvegna ikki eru so væl útborðin, at tey megna at standa uppi av sær sjálvum, í einum heimi hvørs ferð bara tekur alt meira dik á seg. Ein materiellur galopperandi gangari, sum ikki hakar í nakrastaðni. Tí kom tað neyvan óvart á nakran, at maðurin fór at snodda til politisku skipanina, og sum vinstrahallur nationalistur varð tað sjálvsagt, at hann valdi Tjóðveldisflokkin sum botn, fundament, í sínum virki. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í býráðnum í Havn og táið fullveldislandsstýrið tók við í 98, kom Finnur á ting fyri Høgna Hoydal, sum gjørdist varaløgmaður um tað mundið, táið føroyingar høvdu ætlanir um at skipa nationalstatin.

Hann stillaði ikki uppaftur í 2002, men á valinum í 2004 varð hann umdømisvaldur tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin, og tað er ikki at taka seg aftur í, at hann í flestu førum er sosiali profilurin, sum megnar at seta kvalifiseraðu spurningarnar og at seta fram skikkaðu uppskotini, og er maðurin sum ger, at flokkurin er umboðaður í øllum spektrinum. Og hóast hann kann tykjast nakað harðrendur viðhvørt, við sínum stutta fjúsi, so er sálin bleytari enn smør, og hartil hevur hann tey vælsignaðu evni ikki at eiga lut í tí, at vera ímyntur. Táið uppgangurin er farin og líkindini aftur eru batnað, er hann aftur hin sami, tað sum er farið er farið. Ein dygd táið tú ferðast millum so viljafastar og ymiskar personasjur, sum altíð vilja vera savnaðar í einum parlamentariskum forum sum Føroya Løgtingi.

Finnur er aktivur kjakari og ákoðanarmyndari. Skjótur á avtrekkjaranum. Góður skribentur. Við hesi barlastini hevur hann einsamallur og saman við øðrum givið hópin av bókum út, serliga um fótbólt, og í mong ár hevur hann verið ítróttar- og kulturredaktørur á Oyggjatíðindum, sum onkur plagar at taka til. Í útvarpinum hevur hann í mong ár verið viðmerkjari og medkommentator, og tað eru fleiri sum halda, at hann sum ítróttarskrivari er høvdið frammanfyri aðrar, táið tað snýr seg um at skilja tað, sum fyriferst á leikvølli. Alt annað skuldi nú eisini verið løgið, uppvaksin sum hann er, hjá næsta granna, sum var gamla fótbóltsplenan í Gundadali. Og so er hann eisini partur av tí ættarliðnum hjá HB, sum framvegis livir í tí sáligu trúgv, at teir ongantíð verða yvirhálaðir í kvaliteti og bóltsnildi. Onkur er ósamdur í hesi tesu, men hetta var helst tað mest nýskapandi liðið føroyingar hava átt í nýggjari tíð.

Nú fæst hann mest við at fylgja gongdini hjá yndisfelagnum Chelsea, og tað hevur verið rímiliga hugaligt hesi seinastu árini, síðani russiskur einskiljingarkapitalur fór undir at fíggjað kollosala uppkeypið av stjørnum víða um heimin. Onkuntíð vitjar hann felagið, fyri at kenna veruliga rákan av stórleika og snildi í sálini.

Finnur Helmsdal er giftur Jóruni hjá Samson í Vestmanna og tey eiga børnini Olgu, Mikkjal, Samson og Olivur. Og nú hann fríggjadagin – 20. apríl - fer um tey fimtifimm er bara eftir at takka honum fyri frágerða gott samstarv, nógvar djúptøknar samrøður, góð ráð og gott politiskt handalag, sum vónandi fer at vera Føroyum til dugna, eisini í tíðini sum kemur. Serliga hin veikari parturin av tjóðini hevur altíð tørv á umboðsmonnum sum Finni á ovastu rók, har fæið og umfordeilingin skal raðfestast og skipast. Tað verði seg í heimastýrinum sum í republikkini. Tillukku og góðan byrð.

ti