Endurupplatna Café Natúr leggur í kvøld pall til ein av okkara best dámdu trubadurum, tá Finnur Koba kemur at framføra.
Finnur Koba fekk sítt veruliga gjøgnumbrot á føroyska tónleikapallinum í bólkinum Páll Finnur Páll. Sum lagasmiður nógvar av størstu landaplágunum hesumegin ártúsundskiftið, hevur Finnur víst, at hann hevur gott oyra fyri fangandi poppløgum, og at hansara tekstir eru meistarligir. Hansara gávur sum sangskrivari og sangari bóru hann í finaluna í fyrstu singer/songwriter kappiningini í Hafnia Lounge.
Finnur eigur sín stóra leiklut í støðuni hjá Páll Finnur Páll, sum eitt slag av arvingi til trúnuna hjá Frændum sum Føroya besti syngi-við-bólkur.
Hann hevur spælt óteljandi barrkvøld í føroyskum barrum og eins væl sum í Danmark, tá hann búði har. Hann hevur eina stóra og fjølbroytta spæliskrá við bæði føroyskum og útlendskum løgum, ið hann tulkar sera sannførandi.