Fiskivinna
Finnur Fríði kom á Fuglafjørð á midnátt mikukvøldið við 2500 tonsum av svartkjafti, sum er full last. Tróndur í Gøtu verður væntandi inni fyrrapartin í dag; teir hava eisini fulla last, eini 2600 tons av svartkjafti.
Tað tekur umleið eitt samdøgur at landa skipini í Fuglafirði, og tá ið lastin er tóm, fara tey aftur á leiðirnar við Írland at royna. Siglitíðin hvønn vegin liggur um stívliga tvey samdøgur.
Sum skilst, eru onnur føroysk nótaskip eisini á veg suður á hesar leiðir, eitt nú Krúnborg og Christian í Grótinum.
Christian í Grótinum hevur verið ein túr á hestamakreli, men eftir hvat skilst, er hetta fyrsti túrurin hjá Krúnborg í ár.
Kemur væl við
Hetta er tíðin, tá ið svartkjafturin plagar at taka seg upp á leiðunum við Írland og so hvørt, sum tað líður út á várið, tekur hann seg norður yvir.
Góði fiskiskapurin kemur væl við hjá nótaskipunum, tí tað hevur sæð eitt sindur ivingarsamt út við svartkjaftinum í seinastuni.
Seinastu árini hevur stovnurin verið rættiliga hart troyttur, og ein ávísur ótti hevur verið um, hvørt slaki fiskiskapurin seinastu tíðina hevur samband við stóru royndina eftir svartkjafti, sum strandalondini ikki kunnu semjast um.