Finnur hevur brotið beinið

Nú er tað rættiliga ivasamt, um føroyski álopsspælarin í svenskum fótbólti verður førur fyri at spæla, tá ið fyrsta umfar í landskappingini verður fyrst í apríl

Tað er meiri enn ivasamt, um Finnur Justinussen verður tøkur, tá ið Jonkøping Sødra 8. apríl fer at spæla fyrsta landskappingardystin í nýggja kappingarárinum.
Sannlíkið er størst fyri, at Finnur Justinussen verður ikki førur fyri at spæla um sjey vikur, men tað valdast um, hvussu tað tekur seg upp við skaðanum.
Týsdagin í síðtu viku spældi Finnur venjingardyst við eykaliðnum hjá Jonkøping Sødra. Tá ið ein hálvur tími var farin, noyddist Finnur at taka seg av vøllinum. Hann hevði pínu í vinstra fóti. Hann varð koyrdur á skaðastovuna, og har vístu myndirnar, at eitt bein í vinstra fóti er brotið. Hvussu álvarsligur skaðin er fæst at vita fyrrapartin í hesi vikuni, tá ið nýggjar kanningar eru á skránni. Men tað er eingin ivi um, at talan verður um steðg frá fótbóltinum í fleiri vikur.
-Eg varð beinanvegin gipsaður frá hælinum og upp undir vinstra knæ. Boðini vóru, at eg skal ganga við gipsi í hvussu so er í seks vikur. Um tað verða átta vikur, fái eg at vita í hesi vikuni, sigur Finnur Justinussen, sum ikki var í nærdysti, tá ið hann varð skaddur:
-Eg var als ikki pressaður, tá ið eg skeiklaði á fótinum, men tað var nóg mikið at verða skaddur. Tað var sera harmuligt, tí venjingarstøðan var júst vorðin eins góð og hjá liðfeløgunum. Eg kom yvir higar 9. januar. Teir høvdu vant eitt sindur, áðrenn eg kom yvir. So darvaði ein lítil knæskaði eitt sindur, men nú var tað av álvara farið at ganga framá. Eg hevði spælt ein venjingardyst við besta liðnum ímóti Halmstad, og hetta var annar venjingardysturin, tá ið eg varð skaddur.
Allar venjingarnar hava verið á graslíki í fótbóltshøll, og venjingardysturin týsdagin var í hesi somu høllini.
Pápi Finn, Símun Petur Justinussen, var í sínari fótbóltstíð plágaður av júst sama skaða, sum Finnur nú er plágaður av. Tá gekk tað skjótt fyri seg at fáa gipsið av, og Símun Petur var fyrri førur fyri at spæla, enn tað varð roknað við.
-Eg vóni, at tað verður soleiðis hjá mær eisini, men tað fer tíðin at vísa. Eg verði her yviri og venji tað, sum tað ber til at venja, tá ið man er gipsaður soleiðis, sum eg nú eri tað.
Ítróttarstjórin hjá Jonkøping Sødra, Hans Lindbom, harmast saman við Finni óhappið, sum ber við sær, at liðið er meiri skert í møguleikanum at seta vandamiklasta álopið, nú Finnur er skaddur.
-Hann verður neyvan førur fyri at spæla fyrsta landskappingardystin, og hjá nýggjum spælara er tað serliga harmuligt, at hann skal ganga á høkjum og hyggja at, meðan vit fyrireika okkum til landskappingina. Vit harmast allir saman við Finni, sum annars tykist vera fallin væl til her hjá okkum, sigur Hans Lindbom.

Hevur tosað við Lars
Finnur Justinussen hevur ikki dult fyri, at hann var sera fegin um, at tað nú eydnaðist honum at fáa høvi at royna seg sum fulltíðar yrkisspælara, og honum hevur dámað hetta lívið væl.
-Higartil hava vit vant sjey ferðir um vikuna. Onkrar dagar hava tvær venjingar verið á skránni, og so hevur annars rátt um at hvíla seg. Hetta er spennandi og ordulig avbjóðing, men nú verður steðgur í. Tað er harmuligt, men tað gerst ikki annað enn at varðveita fokus, brynja seg við toli og venja so nógv, sum tað ber til.
Síðst í hesi vikuni fer landsliðið til Spania á venjingarlegu. Finnur Justinussen var ikki millum teir 22, sum venjarin sendi boð eftir, men tað kom ikki óvart á Finn, sum framvegis eigur fyrsta landsdystin á a-liðnum til góða:
-Lars Olsen tosaði við meg, áðrenn hann tók teir 22 út, sum skulu til Spania. Hann helt, at tað var best fyri meg og harvið eisini fyri mínar møguleikar at koma í landsliðshópin, at eg vandi her og fótaði mær í Jonkøping heldur enn at fara burtur frá og til Spania við landsliðnum. Tað skilji eg væl, men nú verður tað hvørki venjing her ella við landsliðnum í La Manga, staðfestir Finnur Justinussen.
Fyrsti landskappingardysturin hjá Jonkøping Sødra verður 8. apríl ímóti Degerfors.