Finski landsliðsvenjarin eftir ósigur: Hattin av fyri Danmark

Hóast harmur um ósigur heldur finski venjarin, at hann heldur, at Danmark hevði uppiborði annaðplássið í bólkinum.

Venjarin hjá finska fótbóltslandsliðnum, Markku Kanerva, takkar finsku stuðlunum eftir dystin ímóti Belgia í Sankta Pætursborg. - Foto: Anatoly Maltsev/Ritzau Scanpix

Við 0-2 tapi til Belgia endaði Finnland á triðjaplássið í bólki B og má harvið bíðar eftir lagnuni, um hvat víðari hendir við teimum í EM.

 

Finski landsliðsvenjarin, Markku Kanerva, viðgongur, at tað er eitt tómt fornemmilsi, finnar sita eftir við.

 

– Dreymur okkara var at fara víðari, og tann møguleikin er enn til staðar, men tað kennist eitt sindur tómt júst nú, sigur hann við tíðindafólk.

 

Hetta var fyrstu ferð, at finnar vóru við til EM endaspælið.

 

Hóast harmur um tapið hevur Kanerva kortini yvirskot til at koma við rósandi orðum um Danmark.

 

– Hattin av fyri Danmark. Eg haldi verulig, at teir hava uppiborið annaðplássið, sigur hann.

 

Tað vóru tvey mál í síðsta korteri, sum tryggjaðu Belgia 2-0 sigurin á Finnlandi sum harvið gav Danmark kjansin at sleppa víðari, eftir at Danmark vann 4-1 á Russlandi.

 

Tað fyrsta málið var eitt óheppið sjálvmál hjá finska málmanninum Lukas Hradecky. Belgiski stjørnuáleyparin Romelu Lukaku gjørdi tað stutt eftir til 2-0.

 

– Tað er greitt, at tað kennist sum nakað lort, at teir fingu tað fyrsta málið so stutt undar dystarloki, sigur Markku Kanerva.

 

– Men hinvegin var Belgia betri. Tað mugu vit bara viðganga.

 

Finski venjarin leggur dent á, at hann er erpin av, at Finnland endar framman fyri Russland í bólkinum.

 

Danmark møtir Wales í áttandaparts finaluni í Amsterdam leygardagin.

 

/ritzau/Reuters

 

 

 

 

 

 

 

Venjarin hjá finska fótbóltslandsliðnum, Markku Kanerva, takkar finsku stuðlunum eftir dystin ímóti Belgia í Sankta Pætursborg. - Foto: Anatoly Maltsev/Ritzau Scanpix