Finst at stjórnini

Fyrrverandi CIA-stjórin Stansfield Turner telist nú eisini millum teir amerikanarar, sum halda, at stjórnin hjá George W. Bush, forseta gjørdi alt ov nógv av, tá hon umrøddi hópoyðingarvápnini hjá Irak.

-Eg eri sannførdur um, at teir gjørdu alt ov nógv av, annaðhvørt tí teir høvdu fingið skeivar upplýsingar, ella tí upplýsingarnar vórðu tulkaðar skeivt. Í øllum førum varð alt ov nógv gjørt burtur úr hópoyðingarvápnunum, um tey yvirhøvur eru til, sigur Stansfield Turner.

Hann var stjóri í CIA frá 1977 til 1981, og tað hevur ikki verið siðvenja í USA, at fyrrverandi stjórar í fregnartænastuni finnast at myndugleikunum.