Fípan Fagra er á FM kós

Dreingir 14 – 16 ár: Aftur í dag vunnu dreingirnir úr Klaksvík trivaligan sigur

Skíggjamund KvF

Tað eru góð líkindi at rógva kapp á Trongisvágsfirði í dag. Ætlanin var, at kappróðurin skuldi vera í gjár, men veðurforsøgnin var so vánalig, at tað ikki varð hildið at vera ráðiligt at rógva.

 

Í dag er heilt øðrvísi, og aftur í dag vóru tað dreingir úr Klaksvík umborð á Fípuni Føgru, sum vóru bestir í kappingini millum 14 – 16 ára gamlar dreingir.

 

Á sundalagsstevnu í Hvalvík var spenningurin stórur um sigurin, tí tá bjóðaðu dreingirnir úr Kollafirði av álvara av. Soleiðis var ikki í dag. Kollur var næstfyrstur, men tað var meiri enn ein bátslongd millum Koll og Fípuna Føgru, sum hevur vunnið allar tríggjar róðrarnar og harvið hevur fulla úrtøku og er stórfavorittur at vinna FM.

 

1 Fípan Fagra (KRF)05:14.24+00.007 
2 Kollur (KÍF)05:18.48+04.246 
3 Teistin (AR)05:22.14+07.905 
4 Falkur (HVR)05:23.28+09.044 
5 Fiskurin (VK)05:24.27+10.033 
6 Sævarmoy (KRF)05:26.35+12.112 
7 Firvaldur (FSR)05:28.10+13.861 
8 Flógvin (ERF)05:32.15+17.910 
9 Ternan (NSÍ)05:44.27+30.030 
10 Blikur (AR)05:49.23+34.99 

0

 

 

 

 

 

 

https://rsfurslit.fo/

 

 

 

1 Fípan Fagra (KRF)321 
2 Kollur (KÍF)318 
3 Teistin (AR)314 
4 Falkur (HVR)311 
5 Firvaldur (FSR)38 
6 Sævarmoy (KRF)37 
7 Fiskurin (VK)35 
8 Blikur (AR)20 
9 Flógvin (ERF)30 
10 Ternan (NSÍ)30

 

 

 

Skíggjamund KvF