Stevnudysturin í góðveðrinum í Runavík í kvøld millum NSÍ og Víking endaði 1-1. Dómarin legði nógvar minuttir aftrat, tí talan hevði verið um nakrar skaðasteðgir, og klokkan var farin seks minuttir yvir vanligu leiktíðina, tá ið Víkingur javnaði.
Innskifti Ragnar Skála vann hornaspark í høgru, og tá ið Sølvi Vatnhamar legði innfyri málið, var tað Poul Kallsberg, sum mitt fyri málinum og úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið. Poul Kallsberg er toppskjútti hjá Víkingi við fimm málum.
Sjálvandi vóru heimamenninir øgiliga vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist teimum at varðveita leiðsluna, sum teir vunnu sær tveir minuttir undan steðginum.
Talan var um fínt mál, tá ið Brandur Hendriksson Olsen smekkaði til úr eitt sindur spískum í høgru, og bólturin streyk eftir vøllinum og inn við handara stólpanum.
Úrslitið ber við sær, at nú er NSÍ ikki millum tvey tey fremstu. Tað hava teir gulu verið alla fyrru leikhálvu. Nú hevur NSÍ 29 stig, og HB hevur 31 stig. KÍ er fremst við 40 stigum.
Hetta var fjórða ferðin á rað, at NSÍ fór av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku. Í hesum fýra dystunum er samlaða úrtøkan tvey stig – javnleikir ímóti B36 og Víkingi og undan tí tap ímóti KÍ og HB.
-Í løtuni hugsa vit ikki um stigatalvuna. Tá ið vit tvær tær seinastu ferðirnar hava mist leiðsluna og tað er endað javnt heldur enn, at vit hava vunnið, so er ikki annað at gera enn at hyggja inneftir og arbeiða við at betra um avrikini, segði NSÍ málskjúttin Brandur Hendriksson Olsen í samrøðu við FM1 útvarpið.
Hetta var tíggjunda málið hjá Brandi H. Olsen fyri NSÍ í landskappingini.
At NSÍ dygst undan steðginum legði seg á odda var vátur vøttur í andlitið á Víkingi, sum fyri tað mesta var omaná í fyrra hálvleiki.
Eisini eftir steðgin var Víkingur heilt væl við, og sum tað leið fram ímóti dystarenda spentu víkingarnir álopsbogan, meðan tað hjá heimaliðnum ráddi um at fáa bóltin langt fram á mótstøðuhálvuna.
Tolin trívst plagar at verða tikið til, og soleiðis var tað hjá Víkingi í kvøld. Víkingarnir hildu høvdið kalt og vístu fínan hugburð.
-Tá ið tú liggur undir, inntil vanliga leiktíðin er farin og gott og væl tað, so kanst tú ikki vera annað enn nøgdur við í síðstu sekundunum at vinna javnleik, men vit kendu ikki okkara vitjunartíð, tí vit høvdu nógvar góðar støður og møguleikar at skora málini, sum kundu borið sigur við sær, segði Ari Olsen við FM1 útvarpið.
Hetta var fyrsta ferðin, at Ari Olsen var millum teir fyrstu ellivu, síðani hann tíðliga í ár varð raktur av meinum skaða í hælsinuni.
Víkingur er nú á fjórða plássi við 21 stigum. Stigatalið er tað sama, sum tað er hjá B36, men málmunurin hjá Víkingi er +4, og hjá B36 er hann +1.
Undan summarsteðginum eigur NSÍ heimavøll ímóti EB/Streymi og TB á útivølli.
Víkingur fer at spæla á heimavølli ímóti B68 og KÍ.