Tað var als einki at rafla um, tá ið eldru genturnar kappaðust í góðveðrinum á Vágsfirði, har jóansøka er í dag.
Fípan Fagra hevði fult stigatal undan startskotinum, og Fípan Fagra hevur fult stigatal, nú fjórði FM róðurin er liðugur. Fípan Fagra átti besta startin, Fípan Fagra økti støðugt um munin til næstu bátarnar, og tá ið tær fóru um málið, var fjarstøðan aftur til næstu bátarnar væl meiri enn tvær bátslongdir.
Næstfremstur var Teistin av Argjum, sum var meiri enn leysur av Firvaldi av Tvøroyri.
-
1 | Fípan Fagra (KRF) | 05:23.07 |
2 | Teistin (AR) | 05:29.25 |
3 | Firvaldur (FSR) | 05:32.16 |
4 | Sævarmoy (KRF) | 05:33.33 |
5 | Svanur (Skála) | 05:46.20 |