Fípan gjørdi bart

Genturnar í Klaksvík endurtóku bragdið, sum dreingirnir framdu fyrr í dag

Tað gongur sum eftir ánni hjá Klaksvíkar Róðrarfelag á norðoyastevnu í Klaksvík í dag.

Fyrr í dag vunnu dreingirnir umborð á Fípuni Føgru, og nú hava genturnar endurtikið bragdið. Fípan Fagra var beinanvegin millum teir fremstu, og tær í heimasjógvi hildu tørn alla tíðina.

Einki er at siga til, at fagnaðurin í Klaksvík er stórur, tí tað er langt síðani, at tað er komið fyri, at bæði gentur og dreingir hava vunnið á norðoyastevnu.

Sigurin hjá Fípu gentunum var í tættari kapping við Silju úr Fuglafirði. Tær úr Fuglafirði vóru eina lítla bátslongd aftanfyri, og so vóru tað næstan tvær bátslongdir aftur til Drekan hjá Havnar Róðrarfelag, sum vann sera tøttu kappingina um bronsuplássið við Blik av Argjum og Jallin hjá Róðrarfelagnum Knørri.

1

Fípan Fagra

05:54.02

 

 

2

Silja

05:56.10

 

 

3

Drekin

06:01.02

 

4

Blikur

06:01.18

 

 

5

Jallurin

06:02.19

 

 

6

Spógvin

06:10.05

 

 

7

Ørnin

06:21.00

 

 

8

Sílið

06:38.11

 

mynd: nordlysid.fo