Triathlon
Føroya Triathlon Felag skipar sunnudagin 27. oktober kl. 13.00 fyri FM í 1/4 Triathlon. Kappast verður hesaferð á sokallaða OL-teinurin, sum er 1500 m svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning.
Fyri at økja um áhugan fyri hesi ítróttagrein, nú stundar til Oyggjaleikir, bjóðar FTF einstaklingum, stovnum og feløgum við til kappingina.
Fyri ikki heilt at ræða fólk, er avgjørt at stovnar og fyritøkur kunnu vera við sum lið t.v.s. at ein svimjari, ein súkklari og ein rennari sláa seg saman og umboða fyritøkuna, og kappast á sprint teininum.
Best er sjálvandi um allir lið- íðkararnir eru frá somu fyritøku, men hetta er tó eingin treyt.
Teinarnir, sum kappast verður í, eru fleiri í tali. Hjá teimum, sum kanska droyma eina Oyl-luttøku, verður talan um 1/4-triathlon. Har skulu luttakararnir fyst svimja 1.500 í svimjihøllini. Síðani skulu 40 km súkklast eftir Ringvegnum, Hvítanesvegnum og Kaldbaksvegnum, og endiliga skal rennast. Í alt verður talan um ein rennitúr á 10 km, og verður hesin runnin eftir vegnum yviri við Strond.
Talan verður eisini um kappingar á sprint-teininum, sum er 1/8-partur av vanliga triathlon teininum. T.v.s. at svimjingin er 750 metrar, súkklingin 20 km og renningin 5 km. Tað er eisini í hesi kappingini, at kappast verður millum virkini, har hvørt virki hevur tríggjar luttakarar, sum so skiftast um at taka sær av ymsu teinunum.
At enda verður so eisini ein av teimum heilt stuttu kappingunum, har teinirnir eru 1/12-partur av veruliga iron-man teininum. Tað merkir, at 300 metrar skulu svimjast, 10 súkklast og 2,5 skulu rennast.
Íðkararnir skulu møta í Svimjihøllini 1 tíma áðrenn kappingin byrjar.
Um ikki ber til at finna eina hóskandi súkklu, so er at ringja, og FTF finnur eina.
Nú kappingin verður so seint á árinum, er umráðandi at íðkararnir eru væl klæddir, tí er veðrið ikki til vildar, kann túrurin gerast møðsamur og ógvuliga kaldur, so best er at binda um heilan fingur.