Firvaldur helt stásið við líka

Barnaróður gentur: Tvøragentur vunnu fyri fjórðu ferð, tá ið tað var kappast á jóansøku

Tað er jóansøka í Vági, og harvið er tað FM kappróður á Vágsfirði ídag.

Firvaldur av Tvøroyri hevur vunnið tríggjar tær fyrstu kappingarnar í barnaróðrinum fyri gentur, og harvið var Firvaldur favorittur í barnaróðrinum.

 

Og genturnar hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag megnaðu tað, sum úrslitini undanfarnu ferðirnar løgdu upp til.

Firvaldur var eina stóra hálva bátslongd undan Frúnni úr Miðvági, sum ikki frítt hótti favorittarnar.

Hinir bátarnir vóru væl aftari. Ørnin var knappar tvær bátslongdir aftari, og so var aftur tvær bátslongdir aftur til Knúk og uppaftur væl longri aftur til hinar bátarnar.

 

1 Firvaldur 03.03.49

2 Frúgvin 03.05.45

3 Ørnin 03.10.07

4 Knúkur 03.16.30

5 Ingibjørg 03.21.19

6 Tambar 03.25.19

7 Hulda 03.27.12

8 Havørnin 03.35.45

9 Svalan 04.03.07