Fisk inn í skúlan!

- Fiskur er alt í Føroyum - um vit vilja tað ella ei, skrivar Óli Samró í hesi kronikk eftir útgávuna av bókini Exit Føroyar

Bókin Exit Føroyar er ein væl skrivað endurtøka av evninum við íkasti frá nógvum skilagóðum fólki. Øll hava okkurt at bera fram, duga væl at skriva sína søk og geva sítt til størstu avbjóðingina í nýggjari føroyskari søgu. Høgni Reistrup og Heri á Rógvu hava gjørt eitt megnar arbeiði. Má tó siga, at eg kendi tað, sum um eg havi lisið tað sama alt mítt lív, kendi alt aftur, trupulleikan, analysurnar og møguligar loysnir.

Í 1993 framskrivaði Rolf Guttesen, geografur, talið á kvinnum í aldrinum 20-29 ár at vera minus 29 um aldarskifti. Eg ringdi til Rolf og spurdi, um tað var ok at rætta tað til null. Var sjálvur skrivari í føroysku Endurreisingarnevndini. Rolf Guttesen var formaður, og gjørdi hann nógv burtur úr demografiini. Hann hevði gjørt eina framskriving við ymiskum fortreytum. Tølini vóru ikki tespilig. Minus 29 kom tó ongantíð á prent. Á Hagstovuni greindi Hans Pauli Strøm støðuna. Heldur ikki hansara tøl vóru tespilig, okkurt við 25.000 fólkum í Føroyum um fá ár.

Lat ongan iva vera um, at eg eri púra samdur: Fólkafráflytingin og tann avskeplaða fólkapyramidan, undirskotið av kvinnum er størsta hóttanin í føroyska samfelagnum.

Men eg haldi, Exit Føroyar ger alt ov lítið burtur úr tí mentalu gjónni ímillum tað føroyska samfelagið og tað danska. Tað føroyska fiskivinnusamfelagið og danska “overførselssamfundet” sampakka ikki. Hetta er ikki loysing ella samband, men tvey samfeløg, sum einki, eg endurtaki einki, hava til felags. Vinnulív, familjubond, mál, náttúra og veður, mentan, matvanar, alt er ymiskt.

Vil ikki viðgera ein og ein høvund. Men má tó taka fram Anniku Olsen, landsstýriskvinnu og Sjúrð Skaale, fólkatimgsmanni. Tey raka seymin beint á høvdið.

Annika sigur: “Mangan hevur skemtiliga verið tikið til, tað er tí, at føroyskir menn eru ov bygdasligir, ella at føroyskir menn eru keðiligir, ja onkur vil vera við , at teir eru mammudreingir. ……. Hóast tað er avmarkað próvføst vitan um evnið, meti eg eina av orsøkunum til, at kvinnur ikki støðast í Føroyum vera, at vit sum fiskivinnutjóð ikki hava megnað at nútímansgera okkara høvuðsvinnu, soleiðis at hon eisini dregur kvinnurnar at sær”…….. “Mín meting er, at fiskivinnan sum heild ikki hevur dugað at tillaga seg nýggjar tíðir. Vinnan hevur ikki dugað at eggja kvinnum við útbúgving til at starvast í fiskivinnuni. Stórur partur av okkara høvuðsvinnu ber framvegis brá av einari siðbundnari ídnaðarvinnu við eftispurningi eftir ófaklærdari handarligari megi, heldur enn eftir know-how og støðisligari útbúgving”. …… “Fyrsta fortreytin er, at vit flyta okkum frá at vera ein rávøruútflytari til at vera ein matvøruframleiðandi tjóð, sum kann skapa nógv nýggj og vitanartung størv í høvuðsvinnuni.”

Sjúrður viðger skilagott tjóðskaparkensluna, søguligar dreymar og visjónir og sigur so: “Men hugburðurin er ringur at fáa eyga á, tá studentar ganga við skeltum, sum siga” VIT RÝMA”.

Eg vil taka tráðin hjá teimum upp og viðgera spurningin víðari um ung og kvinnur í fiskivinnuni og um at seta ungdóminum krøv og hoyra teirra dreymar og visjónir. Bókin manglar eftir mínum tykki at gera munandi meira við at lýsa og viðgera hesi tvey evnini betur.

Eg vil við hesi kronikk geva mítt íkast við at viðgera:

1. Hvørjum liva vit av í Føroyum

2. At tora at seta undgóminum krøv

Fisk inn í skúlan

Fiskur er alt í Føroyum - um vit vilja tað ella ei. Tí má treytin til hvønn einasta næming, ið kemur út frá miðnámsskúla, vera:

a. At duga at samskifta í talu og skrift á enskum

b. At hava eina holla vitan um fisk

At duga enskt í talu og skrift er ein sjálvfylgja og óneyðugt at viðgera víðari!

Sum fiskivinnutjóð hava Føroyar helst tey bjartastu búskaparligu útlitini í Evropa. Grundarlagið fyri vøkstri er har. Eftirspurningurin eftir fiski eksploderar, alt meðan útboðið minkar. Norðuratlantshavið er heimsins ríkasta hav. Mitt í tí sum ein passaranál eru Føroyar! Heimurin skríggjar eftir fólki við maritimum førleikum!

Hvat er problemið, hví skal ungdómurin velja at rýma ella ikki vilja flyta aftur til landið við nógvum møguleikum og spennandi avbjóðingum?

Fyri tað fyrsta er fiskivinna og tað maritima ikki “sexy” - er ikki dragandi, lokkandi og eggjandi. Og fyri tað næsta vita tey ungu ikki, hvat gleppur teimum av hondum.

Men hví er tað maritima so ikki dragandi?

Helst tí at tað almenna rúmið er fylt við tí, sum ungdómur heldur vera “gamlamannamøsn” um fisk uttan virðing fyri kvinnuligum áhugamálum, tað keðir tey, serliga genturnar.

Fiskivinnan og alivinnan hava alt, ein kann droyma um av spenningi og avbjóðingum! Náttúra, veður, aling, veiða og fiskastovnar. Neyðugt er við førleika og áhuga fyri lívfrøði, teknologi, framleiðslutøkni, process, management, logistic, marketing, communication, business, roknskap - ja har er tørvur á øllum fakumráðum. Fiskivinnan krevur lærarar og gransking, leiðarar, teknikarar, arbeiðsfólk, flutningsfólk, ja alt. Og so er vinnan burturav international við teimum krøvum til førleika, sum har til hoyra. Fiskivinnan og avleidda vinnan hava tørv á og pláss fyri einum stórum parti av teimum vitanartungu fakunum.

Hví vrakar ungdómurin so fiskivinnuna?

Eg óttist fyri, at tað er tvørrandi grundvitan um fisk og fiskivinnu! Fiskur og læran um náttúruna má inn í skúlan.

Føroysk børn vita ikki meira um fisk enn teirra javnaldrar í øðrum londum, tá tey koma út úr miðnámsskúla. Tað kann ikki bera til, at ein drongur ella ein genta úr Klaksvík ikki hava størri førleika til fisk og aling enn teirra javnaldrar úr Birkerød! Hóast tey hava roynt at verið á floti ella kruvt við foreldrunum, so hevur skúlin ikki lagt nóg nógv afturat.

Føroysk børn hava ikki fingið ment grundvitanina, sum kveikir áhugan fyri føroysku primervinnuni. Børn mugu stimbrast fyri at fáa áhuga. Hava børn atgongd til ljóðføri, forvitnast tey, kunna foreldur og lærarar stimbra tey í at nýta ljóðføri og læra tey grundina, so mennast tey skjótt. Soleiðis læra børn at spæla klaver, gittara ella annað ljóðføri.

At vinnan tryggjar fíggjarligt grundarlag undir sjósavninum, er ein sjálvfylgja. Vinnan eigur at standa í kø at sleppa at sponsorera sjósøvn, meðan barnagarðar og skúlar standa í kø at sleppa inn.

Úrslitið kenna vit. Í dag verða vitanartungu avgerðirnar og business-parturin í størri og størri mun avgjørd uttan fyri Føroyar av útlendingum. Eftir standa føroyingar og veiða fiskin, egna, blóðga, bøta trol, meðan kvinnurnar reinskera. Tað heldur ungdómurin ikki vera lokkandi!

Eg kann vissa tey ungu um, at neyvan nøkur vinna er so spennandi og mennist so skjótt sum fiskivinnan!

Tá fiskivinnan er sterk við vitanartungum størvum, veksur eftirspurningurin eftir vitanartungum vørum og tænastum og harvið eisini tørvurin á útbúnum fólki í vinnunum rundan um fiskivinnuna. Avleiðingin er, at eftirspurningurin veksur eftir øðrum vitanartungum tænastuvinnum sum arkitektum, tannlæknum o.s.fr. eins og eftir eftir handverkarafakum.

Sjálvandi hava eitt nú komandi læknar, sálarfrøðingar, arkitektar og nógv onnur ikki tørv á at duga fisk. Men tað skaðar tey ikki. Harafturímóti er tað tvingandi neyðug grundvitan hjá eitt nú lærarum, almennum fyrisitarum, politikarum, búskaparfrøðingum, løgfrøðingum, handilsskúlafólki, ja flest øllum, sum í framtíðini skulu virka í Føroyum.

Boðskapurin er: Tað er tørvur á fólki við kombinatiónini av einara høgari fakvitan innan eitt akademiskt øki og so gundvitanini um fisk - fakini navigatión og maskin er ikki nógmikið!

Um at seta krøv

Uttan krøv mennist eingin, hvørki veik ella sterk.

Føroyskur ungdómur sleppur í gjøgnum skúlaskipanina, frá tey eru 7 til eini 25 ár, uttan at verulig krøv verða sett til tey ella foreldur teirra á leiðini. Alt er trygt. Alt er goldið, og fylgir tann einstaki nøkulunda við, ja so gongur tað eftir einum samlibandi. Samfelagið skipar fyri og veit, hvat er best fyri teg!

Tað er eitt sindur naivt av høvundunum, at teir ikki “anfekta” tey ungu. Hvar eru dreymarnir og visjónirnar, hvar eru krøvini til hesi ungu, hvar eru málini? Hvat vilja tey stríðast fyri?

Bókin gevur enntá pláss fyri uppskoti um, at tey lesandi kunna koma beinleiðis inn í ALS frá lestrinum!

Tey føroysku lesandi í Danmark minna meg nógv um tey kinesisku einabørnini, tey verða viðfarin sum krystall. Tann vinkulin manglaði í bókini.

Føroyski ungdómurin á Oyrarsundskollegiinum

Sjónvarpssendingin “betongbygdin” hjá Pætur M. Dahl um Oyrarsundskollegiið var áhugaverd. Sjálvandi ber ikki til at generalisera, men sendingin vísti á, hvussu vandamikið tað er, at tey ungu fáa sær útbúgving í Danmark, og tá tey liva í vardum umhvørvi.

Hesi ungu fólkini kunna missa evnini at sosialisera seg við onnur, ið ikki hava akkurát somu bakgrund sum tey. Tey eru uppvaksin í sama umhvørvi, hava gingið somu leiðir sum børn, tannáringar, og nú sum ung ganga tey framvegis í flokki. Tey uppbyggja og kontrollera hvønnannan frá barnagarði til Oyrarsundskollegiið. Hesi fólkini blíva 25 ár uttan at hava havt fyri neyðini at finna fram til nýggjar sosialar relatiónir. Tey liva í eini ostaklokku og eru alt ov sárbær. Tey mangla evnini og royndirnar at byggja upp nýggj netverk . Tey mangla eisini royndirnar at stríðast og bjóða av í ókendum umhvørvi.

Hóast danskar útbúgvingar eru góðar og generelt helst tær bestu í heiminum, so má málið hjá Føroyum vera at fáa talið á føroyskum lesandi í Danmark munandi niður og upp í Føroyum og úti í víðu verð. Føroyar tola ikki, at flest øll tey útbúnu hugsa á sama hátt og byggja teirra útbúgving á eitt samfelag, sum ikki sampakkar við Føroyar.

Niðurstøða – lítið samband millum eftirspurning og útboð

Eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi í Føroyum og útboðið av ungum nýútbúnum sampakka illa.

Hóast alivinnan í nógv ár hevur drigið akademikarar til sín, so hevur fiskivinnan als ikki. Nærum eingin akademikari ella hægri lærd fólk eru í fiskivinnuni. Fiskivinnan sóknast mest eftir navigatørum og maskinfólki og fólki við millumútbúgvingum – ella ongari útbúgving. Teir meta seg einans hava tørv á grannskoðan og juridiskari ráðgeving.

Hinvegin so hava tey ungu ikki nógv at bjóða fiskivinnusamfelagnum Føroyum, tá tey ikki duga fisk.

Vitan og førleiki er framtíðin. Tað er í vitanarframleiðsluni, at virðini skapast, og tað er har, Føroya framtíð liggur. Framtíðin hjá Føroyum er bjørt, um talið á fólki í fiskivinnuni við hollum útbúgvingum fjølgast í stórum tali. Potentialið er óendaligt hjá føroyska ungdóminum. Men tey ungu mugu vilja Føroyar – og fleiri teirra mugu vilja fisk!